Á fíggjarlógini fyri 2011 er játtanin til Miðlaráðið strikað eftir uppskoti frá Fíggjarnevndini. Játtanin í 2010 var kr. 355.000.
Nú játtanin er strikað, hevur landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, lagt uppskot fyri tingið um at seta úr gildi lógina um Miðlaráð. Sostatt fær løgtingið høvi til at viðgera og taka endaliga støðu til málið og umrøða aðra møguliga skipan.
Játtanin hevur verið brúkt til at fíggja virksemið hjá Miðlaráðnum, sum virkar sambært løgtingslóg nr. 42 frá 8. mai 2007 um miðlaráð til verju fyri børn og ung. Endamálið við lógini er at kunna og leiðbeina almenningin um filmar og telduspøl og vandamál innan miðlar annars fyri harvið at verja børn og ung.
Miðlaráðið skal leiðbeina og kunna um góðan sið og vandamál innan filmar, telduspøl, alnót, herundir kjatt, blogg, fartelefon v.m. og hevur eftilit við flokking av filmum og telduspølum.
Eftirsum játtanin so brádliga varð strikað, vóru ongar fyrireikingar gjørdar til at taka Miðlaráðið av. Tá eingin játtan er til Miðlaráðið, er ikki møguligt at halda fram við virkseminum. Tó verður neyðugt at søkja um eykajáttan at fíggja tær útreiðslur, sum Miðlaráðið hevur bundið seg til í 2011, m.a. løn og húsaleigu í uppsagnartíðini.