Løgtingið hevur akkurát nú samtykt, at tað skal vera loyvt at bryggja brennivín í Føroyum og at tað eisini skal vera loyvi at bryggja og selja øl, sum er sterkari enn 5,8%. Tað vóru Bjørt Samuelsen, Magni Laksáfoss og Kári á Rógvi, sum løgdu uppskotið fram og fri lítlari løtu síðani varð tað samtykt.
16 atkvøddu fyri, 14 ímóti og tveir atkvøddu blankt.
Tað var uppskotið frá Vinnunevndini um at tað skal vera loyvt at bryggja brennivín beinanvegin, sum varð samtykt, men tað verður ikki loyvt at selja øl, sterkari enn 5,8% fyrrenn um eitt hálvt ár.
Tá ið tað varð samtykt, varð alt málið sum heild samtykt við 18 atkvøðum fyri og 12 ímóti.
Málið skal viðgerðast einaferð afturat, áðrenn tað verður endaliga samtykt og tað verður fyrsta dagin, at tað verður endaliga avgreitt og so er purningurin um nakað broytist tá.










