Tað verður ikki á hesum sinni, at almenningurin fær kunnleika til, hvussu ofta almenn starvsfólk hava verið burtur frá arbeiði hesi seinastu trý árini vegna sjúku, vegna skeið, ella vegna sjúk børn.
Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, vakti ans, tá ið hann í Sosialinum fríggjadagin greiddi frá, at hann fór at reisa málið um fráveru hjá almennum starvsfólki
Í hesum sambandi ætlaði hann at seta Jóannesi Eidesgaard, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um hagtøl vóru um hesi viðurskifti.
Í morgun skuldi Løgtingið so atkvøða um, antin Jóannes Eidesgaard skuldi svara spurninginum ella ikki.
Andreas Petersen mælti løgtinginum frá at samtykkja, at spurningurin skuldi svarast, tí hetta var ein alt ov umfatandi spurningur at kanna hjá starvsfólkunum í fíggjarmálaráðnum.
Skal ikki svarast
Og tað tók Løgtingið til eftirtektar, tí tá ið atkvøtt var, vóru 15 løgtingslimir ímóti, at spurningurin verður svaraður, fýra atkvøður vóru blankar og bara tvær vóru fyri.
Sostatt er greitt, at spurningurin verður ikki svaraður.
Kári P. Højgaard sigur í stuttari viðmerking, at hann tekur avgerðina til eftirtektar og ger ikki meiri við málið.
Men hann skilir ikki, at hetta skal vera so umfatandi, at tað ikki kann lata seg gera at svara spurninginum, tí antin eru hagtøl til skjals, ella eru tey ikki.
Hann heldur, at slík kunning er viðkomandi fyri starvsfólk á almennum stovnum, almenningin og politiska myndugleikan, tí úrslitið kann siga eitt sindur um, hvussu støðan er á almennum stovnum. Og vísa tølini, at fráveran er serliga stór, kann tað vera eitt tekin um, at arbeiðsumstøðurnar ikki eru nøktandi og so kundi politiski myndugleikin gjørt nakað við tað.
Til stuttleika kann nevnast, at av teimum 33 tinglimunum, vóru bara 21 á fundi í morgun.
Hvar hinir 13 løgtingslimirnir hava verið, er ikki gott at vita, men orsøkin til, at teir ikki vóru á fundi, var í hvussu so er ikki at teir vóru upptiknir á fundi í nakrari nevnd hjá Løgtinginum, tí tað vóru ongir nevndarfundir á skránni í morgun.
Tríggir spurningar
Tað, sum Kári P. Højgaard vildi hava at vita, var um Jóannes Eidesgaard kann leggja hagtøl fyri Løgtingið, sum greina talið av sjúkradøgum, fráveru vegna sjúk børn og skeiðdagar hjá alment løntum starvsfólkum hesi seinastu trý árini og um talið er økt hetta tíðarskeið.
Hann vildi eisini hava at vita um sjónlig munur er í fráveru á teimum ymsu stovnunum og um nøkur tilsvarandi tøl eru fyri privata arbeiðsmarknaðin, sum tølini kunnu samanberast við.
- Men tá ið ein so stórur meirilutur í Løgtinginum ikki heldur, at hetta er viðkomandi, taki eg tað, til eftirtektar, sigur Kári P. Højgaard.
Hann ger ikki meiri við málið, tí hann leggur størri dent á uppskotið, hann hevur lagt fyri Løgtingið um at gera eina nøgdsemiskanning fyri at vita, hvussu nøgd fólk eru við tænastuna frá almennum stovnum.
Hann staðfestir, at tað er misskilt, tá ið summi hava lagt hetta fram sum um at hann hevur mist álitið á almennum starvsfólkið.
- Tey allarflestu gera uttan iva eitt gott arbeiðið, men tað er heldur ongin ivi um, at tænastan kann vera betri onkustaðni. Endamálið við hesum er ikki annað enn at fáa kortini á borðið fyri at vita, hvat vit tosa um, tí tað er fortreytin fyri at gera nakað við tað, sigur Kári P. Højgaard.
- Er nakað galið, er tað als ikki vist, at orsøkin er ódugnalig starvsfólk. Talan kann akkurát tað sama vera um manningartrot, vánaliga leiðslu ella skeivar mannagongdir, leggur hann afturat.
- Og tað er nakað, vit kunnu gera nakað við – men bara tá ið vit kenna veruligu støðuna.