Náttin til nýggjársdag gjørdist sambært Grønlands Politi óvanliga strævin í grønlendska høvuðsstaðnum. Keðiligasta hendingin var í samband við eina fráboðan, har ein kvinna hevði verið fyri harðskapi í Nuuk.
Eftir harðskapin rýmdi maðurin úr heiminum og hótti við at taka lívið av sær. Eitt størri løgregluátak varð sett í verk, har vegir vórðu stongdir.
Løgreglan fann mannin, sum var vápnaður, men sum skilst á Sermitsiaq.ag fekk løgreglan ikki tamarhald á manninum. Fólk í økinum vaknaðu, og støðan gjørdist álvarslig, sum morgunin leið.
- Sjálvt um lutfalsliga fá búgva í økinum, komu fólk í størri og størri vanda, sigur vaktleiðarin í Nuuk, Søren Bendtsen.
Hann vísir á, at tað eydnaðist ikki løgregluni at tosa mannin til rættis, og móti miðdegi valdi maðurin so at enda at taka sítt egna lív. Vaktleiðarin leggur aftrat, at avvarðandi hjá manninum hava fingið boð um hendingina.