Løgreglan hevur býtt 400 sleikisneisar út

Í samband viđ átakiđ "Tig og koyr" hevur løgreglan í Havn veriđ úti og steđgađ umleið 400 bilum og býtt sleikisneisar út til førararnar.

Í hesum døgum ger politiið kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið "Tig og koyr" er. Løgreglan hevur eisini býtt út ‘tig og koyr’-sleikisneisir til bilførararnar, sum verða steðgaðir.

Kommunurnar hava eisini fingið pakkar við klistrimerkjum, sleikisneisum og øðrum tilfari, sum tey seta fram á almennum støðum og býta út.


15 kommunur við í átakinum

Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt avtalu við 15 av kommununum í landinum, tað vil siga meira enn helvtini, at tær eisini vera við í átakinum. Hesar eru: Eystur kommuna, Fuglafjarðar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Kunoyar kommuna, Kvívíkar kommuna, Nes Kommuna, Runavíkar kommuna, Sands kommuna, Sumbiar kommuna, Sørvágs kommuna, Tórshavnar kommuna, Vága kommuna, Vágs kommuna, Vestmanna kommuna og Viðareiðis kommuna.

- Vit gera hetta fyri at geva átakinum størri slagmátt. Kommunurnar eru vegmyndugleiki á stórum parti av landsins vegateinum og teirri ferðslu, ið ferðast har. Eisini hava kommunurnar serligan kunnleika til egin lokaløki og borgarar og á henda hátt kann boðskapurin frá átakinum koma út, júst har hann ger mun. Tí eru vit sera takksom fyri, at so nógvar kommunur taka undir við átakinum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss, stjóri í Ráðnum Fyri Ferðslutrygd.

17% tosa í handhildna telefon

Í Gallup-kanning hjá RFF sæst, at 85% av føroyingum meta, at gáloysni hevur sera stóran ella stóran týdning fyri talið av álvarsligum ferðsluvanlukkum. Men bert 57% siga seg ongantíð tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.

Heili 17% siga seg tosa í handhildna telefon, meðan tey sjálvi koyra bil, 2-4 ferðir um vikuna, ella dagliga!

– Vit vita sostatt, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra bil, tá ið vit koyra bil, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.

– Málið er, at tað skal gerast ein sjálvfylgja at lata telefonina liggja, tá ið vit koyra bil. Tað skal verða líka sjálvsagt sum tann hugburðsbroytingin, sum er farin fram við rúsdrekkakoyring. Í dag eru flest øll púra samd um, at rúsdrekka og bilkoyring hoyra ikki saman. Tað sama skal eisini vera galdandi fyri hugburðin til gáloysni, og at vit koyra bil, tá ið vit koyra bil. Tað skal so lítið til, áðrenn gáloysni hevur við sær vanlukku við álvarsligum avleiðingum, sigur Lovisa Petersen Glerfoss.