Uttanríkispolitikkur
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
- So skjótt ES verður nevnt, so síggja fólk spaniolar og portugisar koma trolandi inneftir firðunum. Men hetta kann ikki forða okkum at kanna, hvørjar møguleikar vit hava við ES, og tí skal hesin bólkurin, vit hava sett, veruliga sleppa til verka, samstundis, sum vit mugu syrgja fyri, at hetta ikki bara blívur til ein bókling, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, ið skal seta stóra ráðstevnu undir heitinum framtíð Føroya í Evropa, sum verður í Norðurlandahúsinum í morgin.
Høgni Hoydal er als ikki sannførdur um nakað úrslit.
- Eg veit, at hasin bóklingurin fer í eina skuffu, tá úrslitið er komið, sigur Høgni Hoydal, sum heldur, at samgongan bluffar.
Eitt stórt bluff
Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, ivast hinvegin ikki í, at talan er um eitt bluffnummar frá samgonguni.
- Vit vita alt um ES, sum vit hava tørv á at vita. Vit hava ikki tørv á einum arbeiðsbólki afturat, vit skulu hava politiskar avgerðir. Og í veruleikanum kundi eg funnið útav hasum arbeiðssetninginum upp á fimm minuttir, sum samgongan nýtti mánaðir til, sigur formaðurin í Tjóðveldi. Hann leggur afturat, at ætlanirnar hjá samgonguni eru júst tær somu, sum undanfarna CHE-samgonga arbeiddi við.
Løgmaður er rørandi ósamdur.
- Høgni Hoydal hevur fleiri ferðir sagt, at okkara ætlan er tann sama sum tann hjá CHE-samgonguni, so hann kann ikki halda tað vera eitt bluff, og er Høgni Hoydal so óseriøsur, at hann heldur, at arbeiðssetningurin kundi gerast upp á fimm minuttir, so hevur hann í hvussu so er ikki givið sær tíð til at seta seg niður at gera hann.
Vit síggja eisini, hvussu lásamálið tók okkum fimm minuttir at loysa, meðan Høgni Hoydal ikki er komin yvir tað enn, sigur Kaj Leo Johannesen. Hann leggur tó afturat, at hann ikki heldur, at tað sømir seg at kasta við runubløkum, tí tað er gjørt nóg leingi, og nú skulu loysnir finnast.
Grundleggjandi ósamdir
Men fara vit frá sandkassanum og runubløkunum. So eru løgmaður og formaðurin í Tjóðveldi grundleggjandi ósamdir um, hvat ber til og ikki í føroyskum uttanríkispolitikki.
Høgni Hoydal heldur hinvegin, at er nakar møguleiki at gera eina betri avtalu við ES, so er tað ikki við at gera fleiri kanningar, tí loysnin er at taka loysing, sum Tjóðveldi hevur lagt fram uppskot um. Tjóðveldi heldur tí, at politiskar avgerðir skulu til, at tær eru EFTA og EBS-samstarv.
Hinvegin halda samgongan og løgmaður, at tað er týdningarmikið, at arbeiðsbólkurin sleppur til verka at kanna, hvørjar loysnir eru tær bestu í mun til ES. Og at ein politisk avgerð skal takast, tá arbeiðsbólkurin er komin við einum úrsliti.
Hækka útflutningsvirðið
Grundleggjandi orsøkin, til at løgmaður er so spentur upp á ES-portrið, er, at hann ikki vil liva við, at Føroyar blíva við at vera eitt triðjaland, sum bara selur hálvar vørur av landinum. Tað er hetta Kaj Leo Johannesen vónar at finna eina loysn fyri, so til ber at fáa eina avtalu um tey fýra frælsini við ES.
Hóast tað ikki er líkt til, at tað reint juridiskt ber til hjá einum heimastýri at gerast sjálvstøðugt limaland í ES, so heldur Kaj Leo Johannesen, at nógvar ymiskar loysnir eru møguligar við politikki, og hetta skal hava við sær, at útflutningsvirði hjá Føroyum hækkar.
Hetta heldur Høgni Hoydal best vera gjørligt gjøgnum EBS og EFTA.
Duga sáttmálar
Í løtuni hava Føroyar ein sáttmála um tey fýra frælsini við Ísland, og nógvir spurningar eru settir við, hvussu væl føroyingar duga at halda skil á einum sáttmála við eitt annað lítið land. Men Kaj Leo Johannesen metir, at føroyingar væl kundu klárað at hildið skil á einum sáttmála við stóra Evropa Samveldið.
- Eg haldi tað er púra hysteriskt við Íslandssátmálanum, tí føroyingar eru minst so dugnaligir sum íslendingar at verja seg sjálvar. Hygg bara at allari fiskivinnuni, sigur løgmaður, sum tó er varugur við, at tað altíð er tørvur á, at mýkja ein sáttmála eftir hann er gjørdur. Hann er somuleiðis sannførdur um, at ES hevur áhuga í Føroyum, tí vit hava ein hjall, ið røkkur 200 fjórðingar í allar ættir, men hann heldur ikki at hetta merkir, at portugisar og spaniolar fara at liggja inni í Havnini og trola, tí føroyingar hava royndir frá 1977 og frameftir við at gera fiskiveiðuavtalur.
So fakta er, at um stutta tíð fer ein arbeiðsbólkur hjá landsstýrinum til verka at kanna, hvørjar møguleikar vit hava í ES, og í summar skal samgongan taka støðu til, hvat er gongda leiðin móti ES-portrinum.