Politikkur
Bjørt Samuelsen, fyrrverandi landsstýriskvinna í vinnumálum, sigur, at hon upplivdi mánadagin, tá løgmaður gjørdi av at siga samstarvið við Tjóðveldið upp, sum ein undarligan og ikki sørt magháttligan dag.
- Vit skuldu hava regluligan landsstýrisfund hendan mánamorgunin klokkan 10, men áðrenn fundurin skuldi verða, ringir skrivarin hjá løgmanni og sigur, at landsstýrisfundurin er útsettur. Hon sigur seg ikki vita, nær fundurin verður, og kann heldur ikki siga, hví hann er útsettur.
Bjørt sigur, at hendan dagin var tað serliga fíggjarlógin, sum var á skránni, og tingmanningin hjá Tjóðveldinum sat eisini á Gamla Apoteki og arbeiddi við fíggjarlógini.
Javnaðarumboð
møttu ikki á fundi
- Klokkan 13 henda sama mánadagin skuldi fundur eisini verða í fíggjarmálaráðnum millum landsstýrisfólkini um fíggjarlógina. Men tá vit komu í fíggjarmálaráðið, vóru umboðini hjá Javnaðarflokkinum ikki møtt, og Karsten Hansen segði frá løgmanni, at tey kanska fóru at koma um ein tíma.
Men javnaðarumboðini komu ongantíð.
Bjørt sigur, at hesin dagurin virkaði løgin, og landsstýrisumboðini hjá Tjóðveldinum fóru nú rættiliga at hugsa um, at løgmaður hevði eitthvørt í umbúna.
- Vit fóru so heimaftur á Gamla Apotek at arbeiða víðari við fíggjarlógini, og her bleiv eisini tosað aftur og fram um, hvat mundi vera á vási.
Hon sigur, at klokkan umleið 14.50 vórðu tey uppringd í flokshølunum av fjølmiðlum sum spurdu, um tey vistu, hvat var á vási, tí løgmaður hevði kallað inn til tíðindafundar í Tinganesi klokkan 15.
Tá vistu tjóðveldisumboðini einki.
- Klokkan var umleið 14.55, tá Høgni Hoydal fær boðini frá løgmanni um, at hann á tíðindafundinum fer at boða frá, at samstarvið við Tjóðveldið er sagt upp.
Sum kánus
Fyrrverandi landsstýriskvinnan sigur, at hon nú gjørdi skjótt av og fór beint út í Vinnumálaráðið at bera sínum starvsfeløgum boðini, so hesi kundu fáa tey frá henni – og ikki um fjølmiðlarnar - fyri tíðindafundin, sum løgmaður hevði kallað inn til.
Í somu løtu, sum Bjørt kemur út í Tinganes, sendir Rás 2 beinleiðis haðani, og tá sigur hon við mannin hjá Rásini, sum stendur við mikrofonini, at hon eftir øllum at døma er komin út í Tinganes at pakka!
- Eg haldi, tað vera ógvuliga løgið, at løgmaður ikki kundi taka sær stundir til at geva okkum boðini á ein meira virðiligan hátt, enn hann gjørdi. Tað var ógvuliga keðiligt at fáa frænir av tí, sum var í umbúna, um miðlarnar, og eg má siga, at eg stóð sum kánus.
Bjørt sigur, at málið um skrivstovuviðurskiftini í Tinganesi var langt síðan loyst, og tey høvdu eisini viðgjørt langtíðarloysnir á viðurskiftunum.
- Tað lá eisini í kortunum, at Vinnumálaráðið skuldi finna sær hølir úti í býnum, og vit vóru í ferð við at leita eftir góðum hølum til ráðið. Tí visti eg, at hatta við umrøddu skrivstovuni ikki var reella orsøkin til, at løgmaður hevði tikið sína avgerð yvir høvdinum á okkum.
Ein bagatell
Bjørt sigur, at hon kendi umrødda skrivstovumál sera væl.
- Vit høvdu góðtikið, at vit vóru tað ráðið, sum skuldi flyta úr Tinganesi, og hetta mál var longu loyst í semju vikuna fyri, at løgmaður segði okkum úr starvi.
Hon sigur, at tá hon hoyrdi grundgevingarnar hjá løgmanni fyri at siga samstarvið við Tjóðveldið upp, hugsaði hon:
- Nei, álvaratos. Vit kunnu ikki fortelja umheiminum, at samgongusamstarvið er slitnað orsakað av eini skrivstovu. Tað ber simpulthen bara ikki til.
Bjørt sigur, at skrivstovumálið nærmast var mett sum eitt komiskt mál úti í Tinganesi – eitt mál, sum flent varð eitt sindur eftir, og sjálv sá hon málið sum ein bagatell.
- Í mínari verða hevði hetta málið ikki tann stóra týdningin í mun til so nógv onnur stórmál, ið vit hava lagt aftur um okkum – og onnur mál, sum lógu fyri framman hjá samgonguni.
Turkar trupulleikar
Hon er púrasta sannførd um, at løgmaður hevur havt ein trupulleika í egnum flokki, og nú skuldi skrivstovumálið í Tinganesi brúkast sum ein av orsøkunum fyri at sleppa av við Tjóðveldið.
Trupulleikarnir, sum Javnaðarflokkurin hevur innanfloks, skuldu turkast upp á Tjóðveldið.
- Hetta er fullkomiliga komiskt, og eg havi hugsað nógv um umdømi hjá okkum úteftir eftir hetta, sum er hent. Eg ivist onga løtu í, at høvuðsorsøkin til, at løgmaður gjørdi av at slíta samstarvið við okkum, er niðurskurðurin í ríkisveitingini, sum landsstýrið annars hevði gjørt avtalu um.
Hon vísir á, at samgongan longu hevði loyst stórar knútar, sum verið hava á vegnum, og tað seinasta var málið um áseting av fiskidøgum.
Eidesgaard bønaði
- Tá málið um fiskidagar leikaði á, og Tjóðveldið sat við einum stórum innanhýsistrupulleika, bønaði og bað løgmaður, Jóannes Eidesgaard, okkum um at vera verandi í samgonguni og ikki fara úr henni.
Bjørt Samuelsen dugir tí illa at skilja, hvussu løgmaður so stutt eftir hetta – og á ein so óvirðiligan hátt – kundi gera av at siga upp samstarvið við Tjóðveldið.