Løgmaður til Brussel at samráðast

Í mai mánað í ár fer Anfinn Kallsberg, løgmaður á vitjan á ES-høvuðsborgini í Brussel. Sambart Degi og Viku í farnu viku fer løgmaður til Brussel at samráðast um eina nýggja avtalu fyri Føroyar. Henda avtalan skal so avloysa verandi handilsavtalu umframt at knýta onnur viðurskifti uppí, sum í dag ikki eru partur av handilsavtaluni. Her verður so eisini komið inn á tey fýra frælsini í ES, sum umfata vørur og tænstur, kapital, útbúgving og arbeiðsmegi.

SPURNINGURIN um tilknýti okkara til ES er afturvendandi og viðgjørdi løgmaður hann í frágreiðing síni herfyri um uttanríkismál. Løgmaður segði m.a. tá, at landsstýrið hevur slept ætlanini at fáa eina EBS-líknandi avtalu við ES, soleiðis sum eitt nú Noreg hevur. Heldur leggja Føroyar seg eftir at fáa eina víðkaða handilsavtalu við ES, og tað er í hesum sambandi, at løgmaður ætlar sær til Brussel at hitta Romano Prodi, oddamannin í ES umframt fleiri av hansara næstu monnum. Her er serstakliga talan um teir kommiserar, sum hava ábyrgdina av økjum, sum verða innihildin í eini avtalu millum Føroyar og ES.

EITT av málunum, sum løgmaður náttúrliga kemur at viðgera, tá hann fer at hitta ES-leiðarar er spurningurin um tey krøv, sum verða sett føroyingum í eini møguligari víðkaðari avtalu. Í hesum sambandi varð nevnt í Degi og Viku spurningurin um lógarkrøv okkara til útlendsk oljufeløg, at allar vørur og tænastur í eini komandi oljuvinnu skulu um føroyskan keikant o.a. í hesum sambandi. Sambart ES-direktivi kunnu limalond í ES ella lond, sum ES hevur gjørt eitt nú EBS-avtalur við, ikki favorisera sínar egnu fyritøkur, men talan skal vera um heilt fría kapping. Soleingi Føroyar ikki eru limir í ES ella hava nakra EBS-avtalu standa vit rættiliga frítt í spurningum, sum hava við eina komandi oljuvinnu at gera.

LØGMAÐUR sigur seg vera greiðan yvir hetta málið og fer sjálvandi at fyrihalda seg til tað, tá samráðingar verða. Støðan er tann, at tað stendur í lógini, at alt virksemi skal um føroyska keikant, og tá ger tú mun á føroyskum og útlendskum. Tvs. at útgerðarhavnir so sum Aberdeen, Stavanger, Peterhead ol. vera ikki á jøvnum føti í kappingini fyri bert at nevna eitt.

TAÐ er greitt, at løgmaður hevur til uppgávu at tryggja okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni best sømilig kor og her ikki minst í teimum avtalum, sum vit hava við ES. Tá má ein komandi oljuvinnu koma í aðru røð. Men hinvegin er tað so ein sannroynd, at tingið hevur samtykt við lóg, at vørur og tænatur í komandi oljuvirksemi skulu yvir føroyskan keikant. Nú vit fara at seta spónin í oljuleitingina og henda nýggja lóg sleppur at royna seg, kann sjálvandi vera spurt, hvussu væl timingin er at taka hetta málið fram nú. Hetta er uttan iva nakað, sum løgmaður hevur við í sínum metingum.Og hvussu er er tað eitt sindur ringt at gjøgnumskoða, hvat løgmaður hevur í kvittanum. Hóast tímingin kann tykjast løgin, so vil ein møgulig broyting í hesi lóg tó neyvan fáa nakran týdning enn. Tvs. at vit fara helst at bjóða ágóðan av hesi lógini um keikantin í nøkur ár.Vit seta annars álit okkara á løgmann, at hann fer at fáa Føroyum eina góða avtalu við ES.