Løgmaður hevur steðgað samráðingunum

Jóannes Eidesgaard sigur, at naggatødn er komin í samráðingarnar um nýggja samgongu. Hann fer seinni í dag at taka avgerð um, um tað er grundarlag fyri at taka tær uppaftur Eins og hinar dagarnar var ætlanin at taka samráðingarnar uppaftur í morgun klokkan 10, men enn røkist onki fyri nýggjum fundi.

ABC-flokkarnir eru eftir øllum at døma rúkandi ósamdir um vælferðargrunnin, sum Sambandsflokkurin krevur settan á stovn, men sum serliga Fólkaflokkurin ikki vil hava.

Jóannes Eidesgaard segði við Rás 2 fyri løtu síðani, at hevur biðið um at fáa ein støðg í samráðingunum, tí nakkatødn er komin í. Løgmaður er á veg til Suðuroyar, har Strandferðslan hevur móttøku í nýggju hølunum, men kemur norður aftur seinni.

Hann fer seinni í dag at taka støðu til, um tað er grundarlag fyri at taka samráðingarnar uppaftur.