Lýggjari veður og minni sól

Síðstu tíðina er vorðið væl lýggjari í veðrinum, men samstundis sæst, at sóltímarnir støðugt eru fækkaðir. Dálkingin er orsøkin, sigur Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sum er bókaaktuellur

Broytingarnar eru ikki stórar, men tendensurin er har. Vit fara ov illa um okkara jørð.

Miðalhitin hevur ligið rættiliga støðugur á 6,5 stig um árið í miðal. Men mátingar, sum eru gjørdar frá august í fjør til august í ár vísa eina árligan miðalhita á 8 hitastig. Annars vísa hagtølini í bókini »Veður og tíðindi í Føroyum 1875-2002«, at sóltímarnir fækka. Árini 1922 til 1931 vóru í miðal 961 sóltímar um árið. Árini 1992 til 2001 høvdu vit 865 sóltímar um árið. Ella umleið 100 tímar færri.

Færri sóldagar og lýggjari veður ljóðar sum ein andsøgn. Men tað er skil í galskapinum, greiður Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, frá.

? Dálkingin hevur nógv at siga. Hitin sleppur ikki burtur av vakstrarhúsárininum, og tað verður ov heitt. Tað er ein orsøk til stóru affaldsólukkurnar, vit hava sæð síðstu árini, tí heitari luft inniheldur meiri vatn. Í fjør skolaði nógv av Europa burtur, tí luftin var so heit av vatninnihaldi, sigur Petur Skeel Jacobsen.

Tað er altso skeivt at halda, at vit gerast meiri sólbrún, tí vit fáa fleiri hitastig. Sólin sæst nevniliga ikki fyri berari dálking, um vit gera nógv av.

? Luftin verður heitari, og meiri vatn er í luftini. Skýggini bera vatnið, og tí fáa vit færri sóltímar, greiður Petur Skeel Jacobsen frá.