Løga – verklag

Málráð frá Orðafragd
Marjun Arge Simonsen
málfrøðingur og cand.phil. í føroyskum

Orðini løga og íløga ør­kymla fólk. Hesi dømini eru ikki greið: “Seinastu ár­ini hev­ur uppíbygging á Lands­sjúkr­a­hús­i­num eis­ini ver­ið høgt rað­fest løga” og “Nýggja suð­ur­oy­ar­skip­ið er størsta einstaka løga hjá land­i­num nakr­an­tíð”. Held­ur ikki orð­ini løg­u­játt­an, løg­­­u­ætl­an, løg­u­út­reiðsl­ur, løg­u­­inn­­tøk­­ur og løg­­­uver­kætl­an hava málsligan tilverurætt.

Vit kenna orðið “íløga”, ið merk­ir “tað at leggja pening í eitt­hvørt”. Har iv­ast vit ikki. Men orð­ið “løga”, sum fyri ein­um 10-15 árum síðan hevur stun­gið seg upp fyri danska orð­ið “an­læg” er ørkymlandi, tí orð­ið líkist ov nógv “íløga". Tískil eru hesi bæði orðini kom­in í bland.

Í Orðafari nr. 56, mai 2002 frætta vit, at Mál­nevnd­in longu tvey ár framm­an­und­an hev­ur víst á orð­ið “verk­lag” í stað­in fyri “løga”. Skriv­að stend­ur “Fleiri ilsk­að­ust i­nn á orð­ið, tí tað hev­ur fleiri al­gongd­ar merk­ing­ar framm­an­und­an”­ og “øll tókt­ust halda, at tað var ein stytt­ur form­ur av orð­i­num í­løga, danskt in­ve­ster­ing” (sí www.fmn.fo/ordafar/56.htm). Mál­nevnd­in mælti tá til: verk­lag fyri da. an­læg, verk­lags­játtan fyri da. an­lægs­be­vill­ing og verklagslóg fyri da. an­lægslov.

Verklag er eitt skilagott orð. Tað er gjøgn­um­skygd­ari og skilst tí lættari.

Stovnar og embætisfólk hava sum heild tikið undir við orð­inum. Verður hugt á netið, sæst, at orðið “verklag” (verklagslóg, verklagsjáttan) er tað, sum í størstan mun verður nýtt. Tó verða orðini “løga” og “løgujáttan” við hvørt nýtt enn í staðin fyri “verklag” og “verklagsjáttan”, og er tað sera ørkymlandi. Og tá ið orðið “løga” verður nýtt í skrift og talu, er týðilig, at tað verður nýtt í merkingini “íløga”.

Vónandi ber til at rudda orðið “løga” heilt burtur í hesi merking.