Kynsjavn­vág­in Fólka­tingi­num er næst­an 50/50

Løgtingsvalið í gjár var eitt søguligt valið í mun til javnvág millum kynini, vísa úrslitini.

Forkvinnan í Danmarksdemokratunum, Inger Støjberg, varð afturvald á fólkatingsvalinum týsdagin. Her tosar hon við sínar floksfelagar eftir valið. - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix

86 kvinnuligir politikarar eru valdir í danska Fólkatingið, og tað svarar til 48 prosent, sum er hægsta lutfall nakrantíð.

Hetta sæst greitt, eftir at allar persónligar atkvøður eru taldar upp eftir valið í gjár.

Fyrra metið kemur frá valinum í 2022, har 76 kvinnur vunnu sæti á danska fólkatinginum, sum svarar til 43,4 prosent.

Í danska fólkatinginum eru 179 limir. Av hesum eru 175 donsk umboð, meðan bæði Grønland og Føroyar hava tvey umboð hvør.

Meðan einki er at rafla um um í mun til javnvág millum kynini, so er truplari at fáa skila á politisku støðuni eftir valið.

Í dag gjørdist greitt, at fráfarandi forsætisráðfrúan, Mette Frederiksen, verður kongligur kanningari og fer at royna at skipa stjórn.

Hon fer at royna at skipa stjórn saman við SF og Radikala Flokkinum. Tað skrivaði kongshúsið í tíðindaskrivi fyrr mikudagin.

– Samsvarandi hesum hevur kongurin biðið virkandi forsætisráðfrúuna Mette Frederiksen um at standa á odda fyri samráðingum um at skipa stjórn við luttøku av SF og Radikala flokkinum, verður sagt í tíðindaskrivinum.

Hvørgin vongurin fekk meiriluta á valinum, og Mette Frederiksen handaði kongi uppsøgnina í dag. Hon er tí virkandi menn fráfarandi forsætisráðfrú.

Er eingin greiður meiriluti fyri einum forsætisráðharra, setir Fríðrikur kongur ein kongligan kanningarstjóra - eisini kallaður samráðingarleiðari - sum skal standa á odda fyri samráðingunum um, hvør skal vera nýggjur forsætisráðharri.

Javnaðarflokkurin, SF, Eindarlistin, Radikali flokkurin og Alternativið hava tilsamans 84 sessir og vilja hava Metta Frederiksen sum kongligan kanningarstjóra.

Blái vongur hevur tilnevnt Troels Lund Poulsen úr Vinstra, sum hevur 73 og harvið færri sessir aftanfyri seg.

Lars Løkke Rasmussen úr Moderatunum hevur peikað á seg sjálvan.

 

/Ritzau/

 

Forkvinnan í Danmarksdemokratunum, Inger Støjberg, varð afturvald á fólkatingsvalinum týsdagin. Her tosar hon við sínar floksfelagar eftir valið. - Mynd: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix