HF Karlskrona vann seg í endaspælið

Hallby má spæla um at sleppa undan niðurflyting

Í kvøld er seinasta umfarið leikt í grundspælinum í bestu svensku hondbóltsdeildini hjá monnum.

 

Tað eydnaðist Tróndi Mikkelsen (myndin) og liðfeløgum hansara í HF Karlskrona at vinna seg í endaspælið.

 

Karlskrona vann á útivølli 31-27 á Guif. Karlskrona var á odda 17-14 í steðginum. 

 

Karlskrona endaði á einum áttanda plássi við 28 stigum, og teir skulu tí spæla fjórðingsfinalur - best av fimm - móti vinnaranum av grundspælinum, Kristianstad.

 

Rói Ellefsen á Skipagøtu og liðfelagarnir í Hallby taptu á útivølli 36-39 fyri Malmö, ið var á odda 21-20 í steðginum.

 

Rói skoraði fýra mál og legði upp til trý mál (assist).

 

Hallby endaði á fjórðaftasta plássinum við 19 stigum. Hallby skal tí spæla upp- og niðurflytingardystir móti fjórðfremsta liðnum í næstbestu deildini. Tað verður antin Varberg ella Kroppskultur.

 

Liðið hjá Ísaki Vedelsbøl, Sävehof endaði á einum sætta plássi við 31 stigum. Sävehof skal tí spæla fjórðingsfinalur móti triðfremsta liðnum, Hammarby.