Tvey føroyingalið vóru í leiki í bestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum í kvøld.
Jana Mittún var næstbesti málskjúttin hjá Viborg, ið tapti á útivølli 36-41 fyri Keypmannahavn, ið var á odda 17-16 í steðginum.
Jana skoraði seks mál upp á sjey málroyndir. Hon legði eisini upp til trý mál (assist), og hon vann liðnum eitt brotskast.
Viborg er nummar fimm í deildini við 29 stigum.
Liðið hjá landsliðsmálverjanum, Rakul Wardum vann á heimavølli 32-27 (14-13) á Silkeborg-Voel.
Rakul slapp ikki nógv upp í part í kvøld. Hon vardi tveimum av fýra málroyndum. Kappingarneytin, Stephanie Christensen bjargaði 10 av 31 málroyndum.
Ringkøbing er triðaftast í deildini við 14 stigum.











