Sambært veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri FM1 og Portalin, so vantar ikki so øgiliga nógv í hjá Javnaðarflokkinum at vinna báðar fólkatigssessirnar.
Kanningin gevur Javnaðarflokkinum 40 prosent av atkvøðunum og Sambandsflokkinum 24,5 prosent.
Sambært aðrari kanning, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið í síðstu viku, so fekk Javnaðarflokkurin 37,7 prosent, meðan Sambandsflokkurin fekk 28 prosent.
Síðani tá hevur Sambandsflokkurin mist 3,5 prosentstig og Javnaðarflokkurin vunnið 2,3 prosentstig. T. v. s. at munurin millum flokkarnar er vaksin 5,8 prosentstig.
Um so er, at munurin veksur við á leið tí sama á fólkatingsvalinum í morgin, soleiðis at Javnaðarflokkurin fær dupult so nógvar atkøvður sum Sambandsflokkurin, so fær Javnaðarflokkurin báðar fólkatingslimirnar.
Sambært báðum kanningunum, so hava hvørki Tjóðveldi ella Fólkaflokkurin møguleika at fáa umboð valt hesaferð.
Tað er tó ongantíð hent, at ein flokkur hevur fingið báðar sessirnar – og tað er heldur ongantíð hent áður, at ein flokkur er so langt framman fyri nummar tvey á einum fólkatingsvali í Føroyum, sum hesar báðar kanningarnar vísa.
Tá føroyingar fyri fyrstu ferð valdu tvey fólkatingsumboð, tað var eftir grundlógarbroytingina í 1953, fingu Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin yvir 40 prosent av atkvøðunum. Sambandsflokkurin 45 prosent og Javnaðarflokkurin 44,5 og Johan Poulsen og Petur Mohr Dam vórðu valdir. Tá vóru bara tríggir flokkar, sum stillaðu upp. Sjálvstýrisflokkurin fekk sum tann triði flokkurin 10,4 prosent av atkvøðunum.
Valluttøkan á fólkatingsvalinum tá var bara 19,95%.










