Við deyðari kvinnu í flogfarinum í 13 tímar

Líkið av kvinnuni varð lagt aftast í flogfarinum. Sambært ferðafólkum, visti manningini ikki rættiliga, hvar tey skuldu leggja líkið á longu flogferðini

Ein kvinna í sekstiárunum doyði brádliga í einum flogfari hjá Brittish Airways á veg úr Hongkong til London.

 

Sambært The Sun og People hendi hetta sunnudagin hin 15. mars, og tað var umleið tíma eftir fráferð, at konan doyði.

 

- Okkara tankar fara til tey eftirsitandi í hesi truplu tíð, sigur eitt talsfólk hjá British Airways. 

 

Lagt verður aftrat, at hond verður tikin um manningina, og allar vegleiðingar verða fylgdar. 

 

Orsøkin til, at kvinnan læt lív, er ikki greið, men tað verður helst greitt eftir líkskurð.

 

Sagt verður, at líkið av kvinnuni varð lagt aftast í flogfarinum. Sambært ferðafólkum, vistu manningini ikki rættiliga, hvar tey skuldu leggja líkið á ferðini.

 

Spurningurin er eisini resitur, hví manningin á flogfarinum ikki heldur valdi at lenda og seta líkið av. 

 

Tá flogfarið lendi í Heathrow í London, fór løgreglan umborð at kanna líkið. Tey ferðandi vóru sitandi í flogfarinum einar 45 minuttir eftir lending.