Myndin, sum er úr krígnum í Miðeystri, er tilvildarlig

G7-londini krevja at Iran gevst við sínum álopum

Iran hevur framt ábygdarleys álop á fleiri lond, og hetta hóttir tryggleikan í økinum - og globala tryggleikan

 

Myndin, sum er úr krígnum í Miðeystri, er tilvildarlig

Í gjár komu G7-londini við einari felags fráboðan, har tey vísa sín stuðul til sínar partar í Miðeystri.

 

Londini fordøma iransku álopini á silfólk og undirstøðukervið í Bahrain, Kuwait, Oman, Katar, Saudi Arabia, Sameindu Arabisku Emiratini, Jordan og Irak.

 

Í tíðindaskrivi siga G7-londini, at Iran hevur framt ábygdarleys álop á hesi lond, og hetta hóttir tryggleikan í økinum - og globala tryggleikan.

 

Londini heita á Iran um at gevast við hesum álopum í stundini.

 

G7-londini eru eitt samstarv millum Kanada, Frakland, Italia, Japan, Stórabretland, Týskland og USA.

 

 

 

Myndin, sum er úr krígnum í Miðeystri, er tilvildarlig