Iran hóttir við at oyðileggja orkuverk uttanlands

Iran fer at elva til óbøtandi skaða á kritisk undirstøðukervi og orkuverk um alt Miðeystur, um iransk virki verða álopin.

Tað skrivaði formaðurin í iranska tjóðartinginum, Mohammed Baqer Qalibaf, á sosiala miðlinum X sunnudagin.

– Beint eftir at virki og undirstøðukervi í okkara landi eru álopin, verða kritisk undirstøðukervi, orkukervi og oljuverk um alt økið mett sum lóglig mál og verða oyðiløgd á ein óbøtandi hátt. Oljuprísurin verður høgur leingi, skrivar tingsformaðurin.

Ávaringin kom eftir at amerikanski forsetin, Donald Trump, gav Iran 48 tímar at lata Hormuzsundið upp aftur, áðrenn USA, sambært forsetanum, fór at "raka og útsletta teirra ymisku virki".

 

/Ritzau/