Tað segði guvernørurin í økinum mánadagin á boðtænastuni Telegram.
– Ein brennievnistangi fekk skaða í havnini í Primorsk, og eldur festi í, skrivar Aleksandr Drozdenko, guvernørur í Leningrad-landslutinum í vestur Russlandi.
Havnin í Primorsk verður mett at hava týdning fyri útflutningin av russiskari ráolju.
Ukrainska herurin hevur tikið ábyrgdina av álopinum.
Hann segði í dag, at tey høvdu "rakt lykla brennievnis- og orkuinfrakervisverk" í Russlandi, eisini í Primorsk.
Ritzau/AFP










