Skælingur er bygdin við frálíkum vesturskyni

- Sólin sær ikki fyrr enn á middegi, men vesturskinið er sera hugtakandi, og sólsetrið er sum úr dreymi

 

- Nær er ein bygd lítil, og nær er hon stór? Er tað fólkatalið, sum avger tað? Veldst tað um, hvussu nógv sethús eru? Ella er tað áseyðatalið? Ella er tað kanska sansaliga upplivingin av staðnum hjá einstaklingum? 

 

Soleiðis verður sagt á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu í dag, og her verður í sama andadrátti lagt aftrat:

 

- Um tað er síðstnevnda, so er Skælingur nógvar ferðir størri enn allar hinar bygdirnar í kommuni: Dalurin er risastórur, og tindarnir hevja seg til himmals. Skælingsfjall er so høgt, at fólk hildu hetta vera hægsta fjallið í landinum – líka til nútímans mátitól handaðu fyrsta plássið til Slættaratind.   

 

Víst verður á, at á pappírinum er tað oftast fólkatalið, sum ger av, um ein bygd er stór.

 

- Í so máta er Skælingur ein av minstu bygdunum í landinum. Einans 13 fólk búgva í Skælingi. Eini sethús vórðu reist í 2023, og hetta var fyrstu ferð í trí áratíggju, at fólk bygdu sethús á Skælingi.

 

Skælingur er tó ein gomul bygd.

 

- Fyrstu ferð hon verður nevnd er í fútaroknskapinum í 1583. Tá sæst, at Skælingur var eitt festi. Men í 1628 varð festið býtt sundur í tvey, og soleiðis er enn í dag. Eins og tá hevur seyðahaldið enn nógv at siga í Skælingi.

 

Víst verður á, at Skælingur er ikki niðursetubygd, men markatalsbygd.

 

– Men, at bygdin ongantíð hevur vaksið seg stóra, man vera tí, at tað ikki ber til at rógva út. Einki lendingarpláss er við sjóvarmálan, og bygdin liggur uppi á dalinum. Sostatt er hetta brimpláss, og í ódn í brimi kanst tú síggja alt frá krossfiski til krabba í túninum hjá fólki.

 

Lagt verður aftrat, at børnini í bygdini súkkla javnan til Leynar at spæla við aðrar javnaldrar.

 

- Tað er ein góður teinur at súkkla, og hóast tað er steyrrætt niður á sjógv frá vegnum, so er eingin vandi á ferð, tí skælingsbørn vita, at man ongantíð má fara oman um bilverjuna.

 

At enda verður sagt, at Skælingur annars er ein av fáu bygdunum í Føroyum, sum venda vestureftir, og sólin sær ikki fyrr enn á middegi. Men vesturskinið er sera hugtakandi, og sólsetrið er sum úr dreymi.