Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar spældu í kvøld fjórðseinasta dystin í grundspælinum í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Á útivølli eydnaðist tað Storhamar at vinna 30-25 á Gjerpen. Undan steðginum var heimaliðið væl við, og í steðginum var støðan javnleikur 13-13. Pernille var noterað fyri eitt mál, og eitt upplegg til mál (assist).
Storhamar er næstfremst í deildini við 40 stigum. Sola er fremst við 44 stigum. Molde er nummar trý við 35 stigum. So nógv talar fyri, at Storhamar endar á einum øðrum plássi í endaspælinum.
Sunnudagin klokkan 15 hevur Storhamar dyst á heimavølli móti Follo.











