Kyndilsvenjarin: Føroyingar fylgja ikki altjóða mannagongdum (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við ein sera misnøgdan Kyndilsvenjara, Dragan Brljevic aftaná 25-25 javnleikin móti Neistanum

##med2##

Neistin-Kyndil 25-25 (8-12)

Toppskjúttar Neistin: Fríða á Dunga 10 og Marjun F. Danberg 5.

Toppskjúttar Kyndil: Nadia Pejovic 7 og Turið Arge Samuelsen 7.

Aftaná hádramatiska dystin millum neistakvinnur og kyndilskvinnur í fyrru hálvfinaluni í Faxe Kondi kappingini fekk frásøgumaðurin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal orðið á Kyndilsvenjaran, Dragan Brljevic.

Dragan Brljevic var sera misnøgdur við dømingini í dag, ið hann heldur avgjørt var til fyrimuns fyri Neistan. Dragan Brljevic sigur, at í Svøríki var hann væl lýddur fyri ikki at grenja inn á dómararnar, men hann heldur, at tað hann upplivdi í dag av døming var ikki nøktandi.

Eisini er Dragan Brljevic misnøgdur við, at um hann ella annar venjari vil leggja inn eina protest um døming í einum dysti, so má hetta gerast beinavegin. Dragan Brljevic vísir á, at í altjóða hondbólti er ein freist upp á ein tíma at leggja inn eina protest. Dragan Brljevic sigur, at føroyingar fylgja ikki altjóða mannagongdum hesum viðvíkjandi, og ætla vit at menna føroyskan hondbólt mugu vit fylgja altjóða mannagongdum. 

Seinna hálvfinalan millum Kyndil og Neistan verður leikt leygarkvøldið 13. februar klokkan 20. FM1 sigur sjálvandi frá dystinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Dragan Brljevic aftaná 25-25 javnleikin millum Neistan og Kyndil. 

HER  ber til at hoyra Sjúrð H. Hoydal siga frá dramatiska dystarendanum. Hoyr eisini samrøðuna Sjúrður gjørdi við Neistavenjaran, Kára Horn. 

(Samrøða: Dragan Brljevic)