Sunset-kappingin
Tað reið um snarið hjá Kyndli, tá tær vitjaðu á Skála sunnudagin. Treytirnar undan dystinum vóru greiðar. Ein javnleikur var so avgjørt minsta kravið, um málið um ein sess í FM-endaspælinum skuldi røkkast.
Og hetta megnaði Kyndil. Men tað var ikki meira enn akkurát. Eftir at tað vóru tær grønu, sum byrjaðu dystin betur, tóku tær á heimaliðnum alt meira yvir, sum dysturin leið.
Tað eydnaðist tó Kyndli at stríða seg aftur í dystin. Eitt skifti í seinna hálvleiki vóru tær aftur á odda, men móti dystarenda kom StÍF aftur fyri seg. Stutt fyri leiklok vóru vertirnir á odda við tveimum málum, og tó at Kyndil aftur vann seg á javnt, so vóru allar súðir ikki syftar. Í seinasta álopinum vann StÍF sær nevnliga brotskast. Varð hetta sett í kassan, so var Kyndil úr FM-spælinum. Ivaleyst mundi okkurt fartelefon-samband suður til Vágs eisini siga teimum hjá VÍF frá, hvussu hetta spældi av.
Skotið smoygdi sær tó skeivu megin stólpan, og so var fagnaðurin hjá teimum grønu ovurstórur. Eftir eini trý ár, har liðið støðugt hevur verið partur av botninum, hava tær í ár staðfest, at tann leikluturin er av. Og tó at tær helst eru størsti outsidarin av øllum í endaspælinum, so leggja tær helst vertin á tað. Tær hava longu rokkið fremsta málinum fyri kappingarárið.
Og forrestin, so skulu hini trý í FM-endaspælinum ansa sær, so tær ikki taka alt ov lætt upp á uppgávuna, tá Kyndil er mótstøðuliðið.
Tíverri hevur tað ikki eydnast okkum at fáa hagtølini frá dystinum.










