Útvið 1000 næmingar hava gingið til ymikst í Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum í Klaksvík hetta skúlaárið, og var eitt vakurt og kreativt tyssi sýnt fram í Skúlanum við Ósánna í dag kl. 15:00 til 20:00 av fjølbroyttum næmingaarbeiðum.
Eftir at framsýningin av næmingaarbeiðnum varð sett, var próvhandan í Dugnaskaparroynd á skránni. Síðani greiddi Jógvan Ravnsfjall frá um ættargransking. Málninga- og fotoframsýning - Eisini var Linedansur á skrá, livandi tónleikur og so kundi tú fáa ein lagaligan kaffi- ella temunn við alskyns góðum fruktum, rótum og kakum afturvið.
Tað er ikki hissini, sum næmingar fáa avrikað ígjøgnum ein vetur í Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum. Tó at nógv var á skránni í dag við bæði í konfirmatión og steypadysti ímillum Víking og KÍ, so vóru tað rættiliga fitt av fólki, sum vildu sleppa at náa framsýningina eisini.
Erik Biskopstø, leiðari fegnast um, at undirtøkan fyri Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum er so góð, og útvið 1000 næmingar hava gingið til ymikst í hesum skúlaárinum.
– Tað eru eldhugaðir næmingar og dugnaligir lærarar, sum eiga innihaldið í Kvøldskúlanum, sigur Erik Biskopstø.
Annars sá skráin soleiðis út:
15:00 Framsýningin byrjar
16:00 Próvhandan (Dugnaskaparroynd)
16:15 Jógvan Ravnsfjall greiður frá um ættargransking
17:00 Dansur
20:00 Framsýningin letur aftur
Livandi tónleikur verður at hoyra av og á
Orð og myndir: Dávur Winther