Ein tann størsta marran í føroysku landsliðssøguni er 0-10 tapið hjá føroyska A-landsliðnum ímóti Íslandi B á Melarvøllinum í Reykjavík fyri meir enn 55 árum síðani. Dysturin var spældur 3. august í 1962 frammanfyri 4.000 áskoðarum. Longu í steðginum var Ísland á odda 8-0. Til ígjár var talan um størsta føroyska landsliðstapið í vaksnamannafótbólti nakrantíð.
10. juli í 1985 tapti føroyska A-landsliðið 0-9 ímóti íslendska A-landsliðnum í Keflavík, sum er størsta tapið í søguni ímóti einum øðrum A-landsliði. Tá reisti føroyska liðið seg, og tveir dagar seinni taptu Føroyar bara 0-1 ímóti sama liði, tá liðini møttust aftur á Akranesi 12. juli í 1985.
Tá føroyska kvinnulandsliðið ígjár tapti 0-11 ímóti sterka týska kvinnulandsliðinum í dysti í HM-undankappingini gjørdist talan um størsta landsliðstapið í vaksnamannafótbólti í søguni.
Størstu tapini hjá føroyska A-landsliðnum í EM- og HM-undankappingum eru Jugoslavia-Føroyar 7-0 (1991), Rumenia-Føroyar 7-0 (1992) og Føroyar-Jugoslavia 1-8 (1996). Størsta A-landsliðstapi í einum FIFA-skrásettum venjingardysti er Føroyar-Noreg 0-7 (1993).
Størsti sigurin hjá sera sterka týska kvinnulandsliðnum er ein 17-0 sigur yvir Kasakstan í 2012.
(Kelda: faroesoccer.com)