Í gjár og í dag vóru tvey mál um smugling av kokaini til Føroyar á skrá.
Fyrra málið snúði seg um tvær kvinnur, sum samanlagt høvdu knapt 800 gram av kokaini við sær til Føroya. Kvinnurnar vóru úr Peru og høvdu einki tilknýti til Føroya. Føroya Rættur dømdi kvinnurnar 5 ára treytaleysa fongsulsrevsing umframt útvísing fyri alla tíð. Eystari Landsrættur staðfesti dómin.
Seinna málið snúði seg um eina kvinnu úr Dominikanska Lýðveldinum, sum var ákærd fyri at hava smuglað knapt 1,5 kg. av kokaini. Kvinnan var tikin á flogvøllinum í Vágum, tá hon kom til Føroya í juni í fjør.
Tað vísti seg, at kvinnan smuglaði umleið 623 gram av kokaini innvortis.
Kanningararbeiðið hjá politinum vísti, at kvinnan hevði verið í Føroyum umleið 14 dagar frammanundan ávegis til Íslands. Politiið fann prógv fyri, at hon á tí túrinum hevði umleið 870 gram av kokaini við sær.
Hetta var m.a. myndir av kokaininum. Av tí at kokainið, sum kvinnan hevði við til Íslands fyrra túrin ikki var funnið, metti Føroya Rættur, at kvinnan í hesum førinum skuldi dømast fyri umleið 600 gram av kokaini.
Kvinnan bleiv í Føroya Rætti dømd 6 ára treytaleysa fongsulsrevsing og útvísing fyri alla tíð fyri smugling af umleið 1200 gram av kokaini. Kvinnan kærdi málið við kravi om frídøming fyri fyrru smuglingina av kokaini.
Tá málið skuldi viðgerast hósdagin, valdi kvinnan at fráfalla sína kæru. Ákæruvaldið valdi at gera tað sama. Dómurin hjá Føroya Rætti bleiv tí endaligur.