Fyri tíð síðan varð mælt til at fáa greiðu á, hvat skuldi henda við óvirknum grunnum, sum Tórshavnar kommuna umsitur. Ein av óvirknu grunnunum var Skrædder Johannes Nolsøes legat, sum upprunaliga var ætlað til at varðveita og endurskapa sonevnda “Skraddaragarðin” í Miðhoydølum til frama fyri almenningin, men har ið grunnurin ikki longur hevur ræði á økinum.
Søkt varð tí um loyvi frá grunnamyndugleikanum, sum er Føroya landsstýri, um at avtaka grunnin.
Sambært siðvenju á økinum er tað ein treyt fyri at kunna avtaka ein grunn, at grunnfæið verður latið til eitt endamál, ið er sambæriligt við endamálið hjá grunninum. Í hesum førinum er tað, ið stendir eftir í testamentinum “vanskeligt stillede børn”.
Mælt varð til tí til at lata Kvinnuhúsinum grunnafæið á 3.221.943,06 mió. Kr, tá hetta endamálið lá næst endamálinum í testamentinum.
Á býráðsfundi í mars í fjør samtykti undanfarna býráð einmælt at taka undir við at avtaka grunnin og lata Kvinnuhúsinum fæið.
Nevndin í kvinnuhúsinum var í tí sambandi á fundi í morgun, og Elsa Berg, borgarstjóri, handaði fæið.
##med2##
##med3##