Í gjárkvøldið hevði kvinnufelagið aðalfund og har varð nýggj nevnd vald. Nýggja nevndin hevur skipað seg so, at forkvinna er Birta Biskopstø, skrivari er Barbara Berg, kassameistari er Eyrith G. Leyni og nevndarlimur er Helena Fríðheim.
Tað skuldu fýra nevndarlimir veljast, men tað eydnaðist bara at finna tríggjar nýggjar nevndarlimir og tí heimilaði aðalfundurin nevndini at finna ein skikkaðan nevndarlim afturat.
Somuleiðis tók Turið Holm við afturvali sum tiltakslimur og Enna G. Mikkelsen og Annika A. Gregoriussen vorðu valdar sum tiltakslimir.
Annars heldur Tina K. Jakobsen heldur fram at umboða Kvinnufelagið í Kvinnusamskipan Føroya, KSF. Aftrat henni var Barbara Berg vald at umboða felagið í KSF og Annika Sølvará varð vald tiltakslimur í KSF.









