- Ein, hin størsta avbjóðingin hjá samfelagnum er demografiska samansetingin, sigur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, sum lýsir hetta sum eitt slag av haldføri.
- Føroyska samfelagið manglar tann dynamikkin millum ymisku aldursbólkarnar, sum onnur samfeløg hava, sigur Eyðgunn Samuelsen og vísir til, at vit hava so stórt undirskot av fólkum undir 40 árum í samfelagnum.
- Vit vilja jú gjarna hava øll tey ungu her í Føroyum, tað vísa allar íløgurnar vit gera í millum annað fólkaskúlan. Okkum tørvar ta orkuna og tann kreativitetin, sum ungdómurin veitir, her í Føroyum, sigur Eyðgunn Samuelsen, og vísir á, at Javnaðarflokkurin ynskir at skipa fyri, at fleiri útbúgvingar kunnu takast í Føroyum, umframt at flokkurin vil eggja fleiri at flyta aftur til Føroya eftir lokna útbúgving.
Eyðgunn Samuelsen heldur, at vit serliga skulu leggja okkum eftir, at veita størv til kvinnurnar.
- Har kvinnan fær arbeiði, fer familjan. Tí mugu vit skapa áhugaverd arbeiðspláss fyri kvinnur. Tey munnu vera sera fá, ið vilja flyta til Føroya, um annar makin einki starv hevur, og serliga, um kvinnan einki starv hevur, sigur hon.
- Okkum tørvar allar kreftir at byggja føroyska samfelagið, ikki bara tær maskulinu, sigur Eyðgunn Samuelsen.