Kvinnan varð varðhaldsfongslað til í gjár, tá tað í rættinum skuldi avgerast, um varðhaldsfongslingin skuldi leingjast. Ákærin ynskti, at varðhaldsfongslingin varð longd, men hetta var avvíst og tískil varð kvinnan leyslatin. Ákærin hevur tó kært hesa avgerð.
Kvinnan hevur annars sitið varðhaldsfongslað síðani hon varð handtikin leygarnáttina 30. juni. Hon og maðurin, hon búði saman við vóru farin til hendurs, og endin var at hon stakk mannin við einum knívi. Løgreglan kom á staðið og skilti partarnar sundur.
Maðurin varð fluttur á Landssjúkrahúsið, og har varð staðfest, at støða hansara stabil og at hann var uttanfyri lívsvanda.