Norska sendirøðin SKAM bergtók ungdóm um allan heimin, tá NRK byrjaði at senda hana. Nýskapandi og fangandi megnaði sendirøðin at draga bæði ungar og gamlar hyggjarar og spreiddi seg síðani sum ein farsótt um heimin.
Í SKAM fylgdu vit nøkrum ungum á einum studentaskúla í Noregi, serliga bygt rundan um russefeiringen, hátíðarhaldið hjá elstu studentunum frá 1. til 17. mai.
Spakuliga byrja útlendsku útgávurnar av SKAM at byrja nú, so sum í USA, Fraklandi og Italia, men í Noregi eru tey nú farin undir næstu sendingina, sum er skipað nøkunluna eftir sama leisti.
Blank eitur hon, og handlar hon um lívið aftan á studentaskúlan. Høvuðspersónurin er 19 ára gamla Ella úr Bergen, sum er flutt til Oslo fyri at ganga á universitetinum í Oslo.
Heitið Blank sipar til vísuna hjá Alf Prøysen, Du skal få en dag i mårå, har eina reglan í niðurlagnum sigur "med blanke ark og farjestifter tel." Niels Midjord hevur týtt sangin til føroyskt, við heitinum, Tú skalt eiga morgindagin.
Sagt verður, at meðan hetta fyrr var eitt lyfti um vón, fyllir tankin um eitt óbrúkt ark, ótømdar møguleikar, nógv við ótta og angist. Tað er nakað av hesum, sum Blank roynir at lýsa.
Blank verður víst á KVF mánakvøld aftan á 3-2 og annars á heimasíðuni kvf.fo









