Kvøldseta í Fuglafirði

Í sambandi við 60 ára føðingardagin hjá Alexandur Kristiansen, verður kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld.

Kvøldseta verður í Mentanarhúsinum í Fuglafirði týskvøldið 28. apríl kl. 20. í sambandi við 60 ára føðingardagin hjá Alexandur Kristiansen lærara og rithøvundi.


Sangur verður við børnum úr Fuglafjarðar skúla, Gentukórinum yngra og

Gentukórinum gamla og Fuglafjarðar sangkóri, eisini verður upplestur og

duett við floytu og klarinett.


Tey sum koma at halda røðu eru: Helena Dam á Neystabø, mentamálaráðharri, Gunnar Hoydal, skald, og Dánjal Vang, varaborgarstjóri.


Kostnaður er 50 krónur fyri vaksin, og børn hava fría atgongd.