Tað sigst at vera sunt at eta músli, og tað eru eisini nógv, sum eta tað, kanska serliga til morgunmat. Men tey, sum hava ein pakka av músli frá Kellog´s standandi, gera frægast í at kanna væl eftir, hvat stendur á pakkanum.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar í dag ímóti eini ávísari sending av músli. Talan er um eina sending av »Kellog´s Classic Crunchy Müsli«, sum ávarað verður ímóti, tí tað kunnu summi fólk verða sjúk av at eta. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at av misgávum kunnu bæði nøtir og mjólk vera í tí – men tað stendur ikki á pakkanum.
Heilt ítøkiliga er talan um »Kellog´s Classic Crunchy Müsli«
Nettovekt: 450 g
Best fyri: 07/02-2023
EAN-strikukota 5 059319 017310
Tey, sum ikki tola nøtir og mjólk, kunnu verða sjúk av at eta músli av hesi sendingini. Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tey, sum liggja inni við músli av hesi sendingini, eiga at lata vørurnar aftur haðani tær eru keyptar, ella at koyra tað í skrell. Tey, sum fáa sjúkutekin eftir at hava etið av hesum, kunnu seta teg í samband við lækna, leggja tey afturat.











