Kunnu nógv, men ikki alt á Sandi

Fíggjarstøðan hjá Sands kommunu kundi verið betri. Men roynt verður at húsast við teirri inntøkuni, sum kommunan fær inn í skatti. - Jú, ynskilistin er stórur, men vit fáa sum er, bert gjørt ein part av tí sum vit kundu ynskt okkum, staðfestir borgarstjórin, Brandur Sandoy

Tað vóru tær tíðir, tá nógv arbeiði var knýtt at stóra havnalagnum í bygdini.

Fleiri skip landaðu fast á Sandi, og á flakavirkinum var arbeiði til nógvar virkisfúsar hendur. Og alt andaði av bjartskygni.

Í dag er støðan nógv broytt, og gólvini á flakavirkinum eru fyri tað mesta turr.

Hóast inntøkurnar hjá kommununi ikki eru minkaðar so øgiliga nógv tey seinastu árini, ber illa til hjá kommununi at seta alt tað í gongd, sum tørvur er á.

- Jú, tað hevði sjálvandi verið betri, um vit áttu fleiri milliónir á bók og høvdu stórar inntøkur. Men vit klára okkum kortini við tí sum vit hava, slær Brandur Sandoy fast.

Ein av ætlanunum sum eftir ætlan skal setast í verk í næstum, er upplatingin av bókasavninum. Og gongst sum ætlað, verður rættiliga skjótt farið undir at betra um tilboðini til barnaansing.

- Vit kundu sjálvandi ynskt okkum ein nýggjan barnagarð og møguleikan at fara undir størri útstykkingar. Men beint nú loyvir fíggjarstøðan ikki hesum, sigur borgarstjórin.