Kunnu nú bjóða seg fram at gera Hvalbiartunnil

Sjálvt arbeiðið verður boðið út seinni í ár og tunnilin skal vera liðugur í seinast lagi í 2022

 Í sambandi við at nýggjur Hvalbiartunnil skal gerast, bjóðar Landsverk nú arbeiðstakarum at søkja um at verða góðkendar til at bjóða upp á arbeiðið. 

 

Annars er ætlanin at bjóða arbeiðið út seinni í ár, og farast skal undir boringina næsta ár. Talan er um ein  umleið 2.540 metrar langan tunnil og arbeiðið skal vera liðugur í seinasta lagi í 2022

 

Umframt sjálvan tunnilin, skulu nýggir vegir gerast báðu megin munnan. Í Trongisvági skal bindast í verandi landsveg, og hvalbiarmegin skal vegur gerast frá munnanum til Nesveg, beint við brúnna um Kjógvavatn.

 

Tilsamans skulu 3.480 kilometrar av vegi gerast, men tá er vegurin í tunlinum við. Men tað eru bara feløg, ið eru skrásett í Føroyum, ið sleppa fram at bjóða seg fram.