Skipanin við fiskiskapi eftir hummara verður nú broytt, soleiðis at menn kunnu byrja at fiska hummara longu 1. januar í 2011 og kunnu royna alt árið. Eftir gomlu skipanini var hummaraveiða loyvd frá apríl til november, men eftir 1. januar í 2011 verður loyvt at fiska alt árið.
Fiskimálaráðið sigur, at broytingin verður gjørd, tí menn hava ofta heitt á ráðið um at broyta tíðarskeiðið - ella í øðrum lagi at sleppa at fiska uttanfyri ásettu vertíðina.
- Vit hava nú endurskoðað skipanina við tí úrsliti, at loyvt verður at fiska hummara alt árið. Við broytingini kunnu menn nú sjálvir gera av, nær á árinum teir royna eftir hummara, sigur Fiskimálaráðið.
Av tí, at hummaraveiða eigur at fylgja fiskiárinum, sum er frá 1. september til 31. august, hevur Fiskimálaráðið eisini gjørt av, at tíðarskeiðið í 2011 fyrst verður fram til 31. august - og síðan tekur nýtt tíðarskeið við 1. september og gongur fram til 31. august í 2012.
- Tey, sum hava havt hummaraloyvi undanfarin ár, og sum ætla sær at royna aftur í 2011, skulu skrivliga søkja um hummaraloyvi, verður sagt úr Fiskimálaráðnum.