Kunnandi fundur umbjarging í Klaksvík

Tíðindaskriv

Norðoya Bjargingarfelag skipar fyri kunnandi fundi um bjarging og tilbúgving í Ósáskúlanum


Í kvøld, fríggjakvøldið 20. februar skipar Norðoya Bjargingarfelag fyri kunnandi fundi um bjarging og tilbúgving í Ósáskúlanum í Klaksvík. Ætlanin er at kunna norðoyingar um ta tilbúgving sum er í Norðoyggjum og geva teimum høvi til at seta spurningar sum viðvíkja trygd, tilbúgving og bjarging.
Framløgur verða sambært skránni niðanfyri, og tær vera umleið 10 minuttir hvør. Eftir hvørja framløgu verður høvi til at seta spurningar. Iris stendur fyri at stýra orðaskiftinum.

Skráin fyri kvøldið
Norðoya Bjargingarfelag: Framløga við Bárður Klakstein
At umrøða: Skipanir, útgerð, manning og annað.
Løgreglan: Karl Johansen
At umrøða: Samskipan, tilbúgving og annað.
Klaksvíkar Sjúkrahús: Heri Ellingsgaard
At umrøða: Luturin hjá KS í tilbúgvingini.
Kaffistøðgur 10 min.
Sløkkiliðið: Esmar Klakstein
At umrøða: Hvat kann sløkkiliðið.
Reyði Krossur, sálarlig 1.hjálp: Helen Klein Pætursdóttir
At umrøða: Sálarlig 1. hjálp, hvat er tað.
Sjúkraliðið í Norðoyggjum: Elsba Lützen
At umrøða: Sjúkraliðið í Norðoyggjum
Trygdarmiðstøðin: Dánjal J. Meinertsson
At umrøða: Vitan og tilvitan.

Havandi í huga at várróðurin er byrjaður fer Trygdarmiðstøðin eftir framløgurnar og spurningarnar at blæsa upp ein gummibjargingarbát til fýra persónar, sum er ein vanlig stødd umborð á smábátum. Harafturat verður høvi til at síggja ymiska útgerð sum hevur við trygd og tilbúgving at gera. Eisini verður høvi til at seta fleiri spurningar til umboðini úr panelinum. Tilseinast verða nøkur eintøk av nýggju Føroysku fyrstuhjálparbókini burturluta.
Vónandi møtir nógv fólk til tiltakið.