Kunna um náttúruvanlukkuna í Mongolia

Leygardagin komu sjey tíðindafólk úr Íslandi, Føroyum, Danmark, Noreg, Svøríki og Finnlandi til Ulaam Baatar, høvuðsstaðin í Mongolia. Tað er UNDP, menningardeild undir Seimeindu Tjóðum, sum hevur boðið á ferðina

Leygardagin komu sjey tíðindafólk úr Íslandi, Føroyum, Danmark, Noreg, Svøríki og Finnlandi til Ulaam Baatar, høvuðsstaðin í Mongolia. Tað er UNDP, menningardeild undir Seimeindu Tjóðum, sum hevur boðið á ferðina.

Endamálið er at kunna um tað hjálpararbeiðið, sum ST hevur í Mongolia. Men síðani tíðindafólkini vórðu boðin á ferðina, hevur rættulig náttúruvanlukka herjað landið við nógvum kulda. Av tí sera ringa summarinum í fjør ? og so vanlukkuliga kalda vetrinum í ár ? er støðan vorðin katastrofal.

Grundarlagið hjá stórum parti av fólkinum er hótt ? eins og grundarlagið hjá nomadunum ? flytifólkinum.

Sosialurin fer at fylgja við komandi dagarnar ? og tá tað slepst á internetið, so lata vit frætta heim.


Eirikur Lindenskov, Uverkhangai, Mongolia