Hvar og hvussu heldur tú nýggjár í ár?
- Eg haldi nýggjár í Havn saman við familjuni, og tað verður uttan rakettir. Kanska verður okkurt fýs á vegnum, sum børnunum dáma at bresta.
Hvør var størsta hendingin - upplivingin - hjá tær í 2020?
- Fleiri góðar upplivingar hava verið í árinum, eitt nú at vera í Sandsbjørgunum. Her er Lonin, har lomvigi, álka, lundi og havhestur búleikast í túsundatali - og í den grad, tann góði matur, sum er á hesum fugli.
Og hvat var tað keðiligasta í 2020?
- Tað keðiligasta var ikki at kunna vitja familju og kenningar!
Hvørjar vónir hevur tú fyri 2021?
- Eg havi eitt hav av vónum. Í fyrsta lagi, at tað ikki brotnar ov nógv burtur av, so vit menniskju ikki hanga saman!
Gevur tú eitt nýggjárslyfti?
- Ikki beinleiðis, men eg kundi hugsað mær at verið meira kreativur í mati. Og jú - eg ætli mær eisini at fáa mær ein hjall í nýggja árinum, sigur Sjúrður í Koltri.