Ríkis- og stjórnarleiðararnir í ES-londunum góðtóku í dag, at samráðingarnar við Kroatia um limaskap í samveldinum kunnu enda í næstu viku. Tað merkir, at kemur einki óvæntað í vegin, verður Kroatia limur í ES í 2013 sum tað 28. limalandið.
-Hetta er ein søgulig løta, segði kroatiski forsætisráðharrin, Jadranka Kosor við fronsku tíðindastovuna AFP seinnapartin. Hann ásannaði, at samráðingarnar um limaskap hava ikki verið lættar, og at kreppan í summum av evrulondunum hevur ikki gjørt tær lættari.
Samráðingarnar millum ES og Kroatia byrjaðu fyri seks árum síðani.










