Tað fyrsta, sum Kristianna Winther Poulsen sleppur at gera sum tingkvinna fyri Sjálvstýrisflokkin verður at hækka blokkstuðulin úr Danmark.
Av tí at Jógvan Skorheim, tingmaður Sjálvstýrisfloksins, er farin í pápafarloyvi í dag, verður tað Kristianna Winther Poulsen, sum tekur sæti fyri hann. Hetta er fyrstu ferð, at hon tekur sæti á tingi.
Tingfundur verður klokkan 13:30, og tann allar fyrsta atkvøðugreiðslan, Kristianna Winther Poulsen tekur lut í, er undir triðju viðgerð endaliga at samtykkja, at blokkstuðulin úr Danmark til Føroya hækkar úr 615,5 milliónum krónum til 624,1 milliónur krónur. Løgtingið hevur sum fyrsta mál á skránni triðju viðgerð av tingmáli nr. 100/2011, sum er uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2012.
Skráin fyri tingfundin er henda:
1. 3. viðgerð av tingmáli nr. 100/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2012
2. 3. viðgerð av tingmáli nr. 105/2011: Uppskot til løgtingslóg um umvæling av Teistanum
3. 3. viðgerð av tingmáli nr. 111/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan
4. 1. viðgerð av tingmáli nr. 135/2011: Uppskot til samtyktar um at ógilda atkvøðugreiðslu við 3. viðgerð av løgtingsmáli nr. 91/2011: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar forskellige love om ændring af lov om anvendelse af tvang i psykiatrien
5. 1. viðgerð av tingmáli nr. 133/2011: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um ferðslu (Ferðslulógin)
Málið verður beint í Rættarnevndina
6. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-18/2011 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, viðvíkjandi broyttu pensjónsskipanini.
7. Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-19/2011 til Jørgen Niclasen, landsstýrismann, frá Aksel V. Johannesen, løgtingsmanni, viðvíkjandi heimildum Húsalánsgrunsins
8. Framløga
Kristianna Winther Poulsen hevur sæti á tingi til 5. mars, tá Jógvan Skorheim kemur aftur úr pápafarloyvinum.