Mentamálaráðið er komið til sína niðurstøðu í kæru frá Liljuni Weihe, men niðurstøðan setur ikki punktum fyri orrustuni í Kringvarpinum – heldur verður Kringvarpið álagt at taka málið um frákoyrda tíðindaleiðaran upp til nýggja viðgerð.
Hetta er seinna kæran frá Liljan Weihe til Mentamálaráðið. Í fyrra umfarið kærdi Liljan Weihe avgerðina hjá Johnny í Grótinum, fyrrverandi stjóra í KvF, um at siga Liljuna Weihe úr starvi, til Mentamalaráðið. Liljan Weihe fekk viðhald í kæruni, og uppsøgn hennara varð ógyldað.
Síðani fekk Liljan Weihe nýtt ætlanarskriv frá Johnny í Grótinum, har ætlanin var, at hon skuldi flytast frá leiðarasessinum á aktueltdeildini, til eitt nýtt akademiskt starv. Og hetta metti Liljan Weihe sum eina reella uppsøgn, og tí varð hendan avgerð kærd til Mentamálaráðið. Tað er hesa kæru, sum Mentamálaráðið í dag hevur tikið støðu til.
Sum ein uppsøgn
Mentamálaráðið sigur, at avgerðin um at flyta Liljuna Weihe úr starvinum sum leiðari fyri aktueltdeildina til eitt akademiskt starv í Kringvarpinum, má metast at vera ein so týðandi broyting av starvi hennara, at hon ikki kann takast innanfyri vanliga leiðslurættin. Hetta merkir, at Kringvarpið ikki kann áleggja Liljuni Weihe at taka av nýggja starvinum.
Eisini sigur Mentamálaráðið, at skuldi Kringvarpið framt hesa broyting á rættan hátt, so skuldi Kringvarpið sagt Liljuna Weihe úr starvi sum tíðindaleiðari, samstundis sum Kringvarpið bjóðaði henni eitt nýtt akademiskt starv.
- Røtt mannagongd í hesum málinum vildi sostatt verið, at KvF gav kæraranum eitt ætlanarskriv um uppsøgn úr starvinum sum “leiðari fyri aktuelt”, samstundis sum kærarin fekk tilboð um eitt nýtt starv. Hetta hevði havt við sær, at um kærarin ikki tók við nýggja starvinum, var hon at rokna sum uppsøgd av KvF sambært galdandi reglum, skrivar Mentamálaráðið.
- Ein uppsøgn er ein fyrisitingarlig avgerð, sum skal vera sakliga grundað. Uppsøgnin skal vera viðgjørd sambært fyrisitingarlógini, og hon skal lúka treytirnar sambært fyrisitingarligu meginreglunum og góðum fyrisitingarsiði. Áðrenn avgerð um uppsøgn verður tikin skal starvsfólkið harumframt hava møguleika at kanna eftir og gera viðmerkingar til avgerðargrundarlagið, skrivar Mentamálaráðið og vísur á, at í hesum førinum vildi víðka partshoyring verið galdandi.
Helst proportionalt
Víðari vísir ráðið á avgerð hjá ráðnum 20. apríl í ár, viðvíkjandi kæruni av upprunaligu uppsøgnini av Liljuni Weihe. Hóast Mentamálaráðið í hesi fyrru kæruni ógyldaði uppsøgnina av Liljan Weihe, so segði ráðið samstundis, at hon ikki hevði sýnt rættan leiðsluatburð.
Tá var millum annað sagt, at Liljan Weihe við sínum atburði hevði sett trúvirðið hjá stovninum í váða. Og hóast Mentamálaráðið tá segði, at slíkur atburður kann hava við sær starvsfólkarættarligar avleiðingar, so metti ráðið, at tað var ov hørð revsing, at siga Liljan Weihe úr starvi fyri hetta. Tað var ikki í samsvar við fyrisitingarrættarliga proportionalitetsprinsippið, segði Mentamálaráðið. Í niðurstøðuni í dag vísir Mentamálaráðið til fyrru kæruna í málinum og til tey brot, sum Liljan Weihe tá varð mett at hava framt.
- Við støðið í teimum upplýsingunum, sum fyriliggja í málinum, verður í útgangsstøðinum mett, at ein møgulig ætlan hjá KvF um at siga kæraranum (Liljan Weihe, red) úr starvi sum leiðari fyri aktuelt, og samstundis bjóða henni annað hóskandi starv, helst hevði verið eitt proportionalt stig at tikið sæð í ljósinum av staðfestu brotunum, sigur Mentamálaráðið í dag.
Víðari verður sagt, at Mentamálaráðið ikki sær orsøk til at seta til síðis metingina hjá KvF um, at atburðurin hjá Liljuni Weihe hevur viðført, at stjórin í KvF misti álitið á henni sum leiðara á aktuelt deildini. Heldur ikki hevur Mentamálaráðið viðmerkingar til ætlanina um at seta Liljan Weihe til at røkja aðrar uppgávur innan tíðindaøkið á stovninum. Men Mentamálaráðið staðfestir, at ein so týðandi broyting í starvinum hjá Liljan Weihe má gerast á rættan hátt sambært starvsfólkarættinum og fyrisitingarrættinum.
- Tað kann ikki avvísast, at úrslitið av partshoyringini hevði verið øðrvísi, um KvF í staðin fyri at ætla at “flyta” kæraran (Liljuna Weihe, red) í annað starv, heldur ætlaði at siga kæraran (Liljuna Weihe, red.) úr starvi sum “leiðari fyri aktuelt”, og samstundis bjóða henni eitt annað hóskandi starv, sigur Mentamálaráðið og biður Kringvarpið taka málið upp til nýggja viðgerð.