Nú Heindrikur, prinsur, andaðist í gjárkvøldið, hevur Kringvarp Føroya avgjørt at broyta sjónvarpsskránna komandi dagarnar, fyri at vísa nakrar sendingar um prinsin.
Í kvøld kl. 19 endursendur Kringvarpið sendingina "Heindrikur prinsur og gull úr eysturlondum - ein passioneraður samlari". Sendingin varð send fyri fyrstu ferð í juni í fjør.
Klokkan 20.20 í morgin vísur Kringvarpið sendingina "Kongaligt gullbrúdleyp - kærleikin og kallið". Margreta drotning og Heindrikur prinsur hildu gullbrúdleyp leygardagin 10. juni í fjør. Í tí sambandi fylgdi TV2 hjúnunum í fleiri ár bæði privat og alment, skrivar Kringvarpið.
Upprunaliga skrásettu sendingarnar verða í staðin vístar komandi mikukvøld, boðar Kringvarp Føroya frá.