Krimidrotningin Liza

Liza Marklund er ein tann kendasti kvinnulig rithøvundi í Norðanlondum.
Nú er ein av bókum hennara við á donsku bókaútsøluni, og hinar bøkrirnar eru allar týddar til danskt og eru at fáa í føroysku bókahandlinum

Liza Marklund er fødd í Norðursvøríki og starvaðist sum blaðkvinna í nógv ár, áðrenn hon fór at skriva bøkur.
Fyrsta bók hennara, sum á donskum hevur fingið heitið »Forelskede sig til et mareridt« kom longu 1995, men fekk ikki nógva umrøðu tá. Bókin er ein sonn søga um Mariu Eriksson, sum forelskar seg í manninum við teimum svørtu eygunum. Hon blívur við barn og fær dóttrina Emmu, maðurin byrjar at sláa hana, og støðan gerst alt meira hættislig. Maria fer frá honum og møtir einum øðrum og giftur seg við honum. Hetta ger ikki støðuna betri, tí maðurin við teimum svørtu eygunum gerst enn meira voldsamur og hóttanir og drápsroyndir fyrikoma. Til endans fáa Maria og maðurin nokk og eru noydd at fara undir heilt. Tey verða tó funnin, og at enda er einasta loysnin at rýma úr Svøríki.
Bókin er sera spennandi og vælskrivað. Liza Marklund fekk samband við Mariu Eriksson tá hon arbeiddi á blaðnum Expressen. Maria hevði lisið onkra grein hjá Lizu og vildi fortelja sína søgu fyri henni. Í long tíðarbil var Liza einasta kontaktin sum Maria hevði við umheimin. Familja og vinir vistu ikki, hvar hon var, tí tá var vandi fyri, at maðurin við teimum svørtu eygunum fann tey.

Krimiskaldsøgur
1998 bleiv árið, tá Liza Marklund rættiliga bleiv kend í Svøríki. Tá kom fyrsta bókin um journalistin Annika Bengtzon út, og Liza fekk tá sera góð viðmæli. Bøkurnar um Anniku Bengtzon eru krimiskaldsøgur, og nógvar av hesum eru eisini filmatiseraðar.
Í hesum høpi bleiv bókin um Mariu Eriksson eisini eyndurprentað, og fólk fingu eyguni upp fyri tí ótrúligu søguni hjá henni.
Síðani tá er Liza Marklund vorðin ein tann mest lisni og bestseljandi rithøvundi í Norðanlondum. Bøkurnar eru týddar til øll heimsins mál, og Liza kann nú kalla seg miljóning.
Hóast hetta hevur hon alla tíðina hildið sambandið við Mariu Eriksson, og í 2006 kom næsti partur av lívinum hjá Mariu í bókini »Asyl«.
Tá eru liðin næstan tíggju ár síðan Maria og familja hennara eru flutt úr Svøríki til eitt land í Suðuramerika. Bókin er um ta desperatu tíðina, áðrenn tey vóru noydd úr landinum og tíðina, tá tey royna at fóta sær í nýggja heimlandinum.
Bókin er sum tann fyrra eisini sera vælskrivað og ein verður ógvuliga gripin av lagnuni hjá hesari familjuni.
Báðar bøkrirnar »For-elskede sig i et mareridt« og »Asyl« hava skapað nógv kjak í fjølmiðlunum um umstøðurnar hjá harðskapsraktum kvinnum. Nógv hava sett spurningin, hví tað var Maria, ið var noydd at flýggja, og hví myndugleikarnir ikki gjørdu nakað fyri at fáa mannin í fongsul ella sendan av landinum.

Rættindi hjá kvinnum
Liza Marklund skrivar dagliga í svenskum bløðum, og nógvar av hennara greinum eru um rættindi hjá kvinnum.
í 2005 kom seinasta bókin út, sum hevur fingið eitt ógvuliga langt navn. Hon eitur »Theres a Special Place in Hell For Women Who Dont Help Each Other« á føroyskum verður tað »Tað er eitt serligt stað í helheimi fyri kvinnur sum ikki hjálpa hvørjum øðrum.« Tað er fyrrverandi uttanríkismálaráðharrin í USA, Madelieine Albright, sum einaferð segði hetta.
Bókin er ein lýsing av viðurskiftinum hjá kvinnum og teimum ymisku leiklutinum, vit hava í lívinum, heima, til arbeiðis og í parlagnum. Millum annað verður hetta sitatið tikið fram:
Maður: Men gentur sita tit her púra einsamallar?
Genta: Nei vit eru sjey...
At verða menniskja er torført  at verða kvinna er uppaftur verri. Skrivar Liza Marklund.

Bøkur hjá Lizu Marklund, sum eru týddar til danskt. Bøkurnar eru givnar út á donskum á bókaforlagnum Fremad:

Forelskede sig i et mareridt
Asyl
Nedtælling
Hedebølge
Primetime
Paradiset
Røde ulv