Ein góð krimisøga ferðast vanliga rundan um eitt ella fleiri morð. Spenningurin um, hvør framdi morðið, og hví tað varð framt, er ofta drívmegin í søgunum.
Jógvan Isaksen, sum hevur skrivað fleiri krimisøgur á føroyskum, hugleiðir í nýggjari bók, ið kom út í vikuni, um at myrða við skriviborðið.
Vit spurdu Jógvan, hvat eitt gott morð í eini krimisøgu er.
- Spurningurin er ikki so einfaldur at svara, tí eitt gott morð í krimisøguhøpi kann vera so mangt. Í tí veruliga veruleikanum er eitt morð neyvan nakrantíð eitt gott morð! Í mínum bókum skal tað einahelst vera eitt dráp, har vit – lesarin og høvuðspersónurin – ikki vita, hví tað er framt og kanska heldur ikki hvussu.
- Restin av bókini skal nú snúgva seg um, hví hesin persónur er blivin dripin, og somuleiðis teir, sum koma honum ella henni á baki. Tað nøktandi við eini krimibók í mun til veruleikan er nevniliga, at í at kalla øllum tílíkum bókum, fær søgan eina avkláring. Í veruleikanum er tað minni enn altíð soleiðis, sigur Jógvan Isaksen.
Jógvan Isaksen er ikki í iva um, hví krimisøgurnar eru so umhildnar kring heimin.
- Eg ivist onga løtuna í, at ein høvuðsorsøkin er, at her fær lesarin eina loysn upp á ein trupulleika. Í tí fløkta gerandisdegnum er tað kanska meiri sjáldsamt, at vit fáa ein samanhang, eina loysn.
- Aftrat tí, at krimibøkur bjóða okkum eina loysn, líkasum ævintýr í gomlum døgum, so er tað aloftast í krimibókum, at tú samstundis fært eina samfelagslýsing. Hendan kann vera meira og minni gjøllig, men mótsett teimum klassisku krimibókunum eftir t.d. Agatha Christie, har tað vanliga samfelagið ikki hevði nakran leiklut, so er tað í nútímans krimibókum altíð onkustaðni. Tað er sjáldan nøkur heildarlýsing, men aloftast ein partur av samfelagnum, sum verður avmyndaður. Eitt lítið horn av veruleikanum kemur upp í ljósmála, sigur Jógvan Isaksen.