Krimi umborð á Norrønu

.

Í Danmark er komin nýggj bók, ein nøtrisøga á forlagnum Vindrose. Rithøvundin er Anne Strandvad og heitið er ?Magnusens teori?. Søgan snýr seg um 27 ára gomlu Guðrun, sum er dóttir íslendska Magnusen, men býr í Keypmannahavn. Pápin hevur eina ?teori? um Ísland, og tað sum undir býr... Kriminalpolitisturin Simon Maddox verður biðin at elta Guðrun í sambandi við illgruna um óreglulig peningalig viðurskifti, hon rýmir og hann aftaná. Ikki langt frá søgugongdini í ?Frøken Smillas fornemmelse for sne?.

Og so tað skemtiliga og áhugaverda hjá einum føroyskum lesara: úr Keypmannahavn elta tey í bili hvørt annað upp gjøgnum Svøríki og Noreg, upp til Bergen, har tey taka síðstu ferjuna til Íslands hetta summarið. Sig so tað, at føroyska Norrøna ikki kann blíva partur í nútíðar krimisøgum!

?En familiethriller? skýrir ummælarin Bo Bjørnvig hana. Bjørnvig hevur mangan ferðast í Íslandi og skrivað frásagnir haðani. ?Magnusens teori? telur 315 síður og kostar í Danmark 349 krónur.