- Vit fara ikki at geva okkum, so leingi, sum russar eru í ukrainskum øki, sigur ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj,í samrøðu við tíðindastovuna, BBC.

Kríggið í Ukraina er ikki ein Hollywood-filmur

– Nøkur halda, at hetta er ein Hollywood-filmur og vænta úrslit nú. Men, hetta er ikki ein filmur.

 

- Vit fara ikki at geva okkum, so leingi, sum russar eru í ukrainskum øki, sigur ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj,í samrøðu við tíðindastovuna, BBC.

Soleiðis sigur ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj, tá BBC spyr hann um gongdina í krígnum.

 

Forsetin ásannar eisini, at gongdin er trekari, enn ynskiligt er.

 

- Nei, hetta er ikki ein filmur. Hetta er ein veruleiki.

 

Ukraina sigur, at landið í hesum umfari hevur tikið átta landsbygdir aftur frá russum.

 

Hesar bygdir liggja í Zaporizjzja-og Donetsk-landslutunum har eysturi í Ukraina.

 

Sambært forsetanum hava russar lagt minur kring um 200.000 ferkilometrar av landinum.

 

Í samrøðuni við BBC sigur Volodomyr Zelenskyj, at Ukraina hevur brúk fyri trygdargarantii frá Nato.

 

- Okkara fremsta mál er at fáa limaskap í verjusamgonguni, Nato, sigur hann.

 

Forsetin leggur aftrat, at Ukraina fer ikki at geva seg, so leingi sum Russland er í ukrainskum øki.

 

- Tað er neyðugt at sigra á hermótinum, leggur Volodomyr Zelenskyj aftrat.

 

 

 

- Vit fara ikki at geva okkum, so leingi, sum russar eru í ukrainskum øki, sigur ukrainski forsetin, Volodomyr Zelenskyj,í samrøðu við tíðindastovuna, BBC.