Krevur harða revsing fyri rasarakoyring í Klaksvík

Fútin vil hava at tveir undir mans skulu missa koyrikortið í langa tíð og at teir harafturat skulu fáa stóra bót fyri púra svaka koyring

Krevur harða revsing fyri rasarakoyring í Klaksvík


Eydnast tað ákærararum at sannføra dómaran, sleppa tveir ungir mans ikki at koyra bil aftur í langa tíð.

Og fyri at stroya salt í sárið, fáa teir samstundis ein ordiligan fíggjarligan lúsing afturat.

Tveir ungir mans eru ákærdir fyri púra svakliga koyring í Klaksvík eitt heystarkvøld í 2008.

Teir koyrdu við nógvari ferð eftir Nólsoyar Pálsgøtu.

Og so hendi óhappið, tá ið tann fremri bilurin rendi á ein bil, sum skuldi inn á Statoil, sum tað nevndist tá.

Spurningurin er, hvat síðani hendi. Ákærin sigur, at tann fremri bilurin koyrdi so hart, at hann fleyg ígjøgnum luftina, áðrenn hann lendi aftur.

Báðir bilarnir vórðu vrak og vrakpetti slongdist um eitt stórt øki og vórðu funnin so langt, sum 40 metrar burtur.

Ákærin sigur eisini, at tann aftari bilurin koyrdi so tætt uppi í reyvini á tí fremra, at hann hevði ongan møguleika at steðga, men fór við somu øði framvið.


Minst 100

Ákærin segði, at ein varislig útrokning frá Akstovuni vísti, at bilarnir høvdu koyrt minst 100 km um tíman, men onkur vitni mettu ferðina til mangt slíkt.

Eitt vitni segði tó, at akkurát tá ið óhappið hendi, helt hann at bilarnir koyrdu eini 60 ella 70 km um tíman, men eftir at hava umhugsað seg, helt hann, at ferðin var munandi hægri.

Akstovan ger eisini vart við, at tað er tórført at gera slíkar metingar, men at hetta var teirra besta og sera varisliga boð

Í eini politifrágreiðing hevði førarin á aftara bilinum eisini fortalt, at hann koyrdi undir hinum bilinum ímeðan hann fleyg ígjøgnum luftina.

Eitt vitni segði, at tann aftari bilurin koyrdi so tætt upp í tí fremra, at hann sá bara aðra framlyktina og eitt annað vitni helt, at tað vóru ikki meiri enn tveir, tríggir metar ímillum báðar bilarnar.


Fleyg ígjøgnum luftina

Eitt vitni, sum stóð í stovuvindeyganum og hugdi út, sá eisini bilin flúgva ígjøgnum lutina og hann boðsendi sjúkrabili beinanvegin áðrenn hann leyp á dyr, tí hann fryktaði fyri tí ringasta, eisini tí, at tað var vanligt at fólk var har á leiðini til gongu.

Ákærin segði, at tey høvdu funnið lakkblettir av bilinum næstan tveir metrar upp í eini á stúttu við Statoilstøðina, sum bilurin hevði rakt, tá ið hann sendist ígjøgnum luftina.

Mett verður, at bilurin fleyg 10 metrar ígjøgnum luftina, hóast hann krassjaði og hóast hann rakti stúttuna og hóast eitt av hjólunum tók í ein garð, sum alt samalt tók nakað væl av framdriftini.

Útrokningar vísa eisini, at hevði hann ikki rakt stúttuna og hevði eitt hjól ikki tikið í ein garð, hevði bilurin flogið 34 metrar ígjøgnum luftina, hóast hann krassjaði og at tað sostatt tók nakað væl av framdriftini.

Bilurin, sum varð árendur, var sligin fimm metrar eftir reyv og snaraður yvir 180 stig á vegnum.

Bilførarin, sum krassjaði, minnist onki frá óhappinum og bilførarin, sum koyrdi aftan á, sá onki, tí hann blundaði, tá ið hann sá, at tað fór at ganga galið.

Undrunarvert var, at næstan ongin fólkaskaði hendi. Bilførarin á bilinum, sum krassjaði, fekk heilaskjálvta og skuldi binda frið í nakrar fáar vikur bilførarin í krassjaða bilinum fekk bara eitt sindur ilt.


Harða revsing

Bilførarin, sum krassjaði er áður mist koyrikortið í eitt ár fyri at koyra yvir 250 km um tíman á motorsúklu ígjøgnum Norðoyatunnilin og hann hevði nýliga fingið kortið aftur, tá ið hetta óhappið hendi.

Tí helt ákærin at tað var hóskandi, at hann misti koyrikortið í tvey ár og fekk 10.000 krónur í bót.

Hin bilførarin er eisini tikin fyri at koyra 115 km um tíman í óbygdum øki og ákærin helt, at hann skuldi missa kortið í hálvtannað ár og fáa 10.000 krónur í bót.

Teir báðir hildu als ikki, at teir høvdu koyrt so óluksáliga skjótt, tó at teir ásannaðu, at ferðin helst hevði verið meiri enn teir loydu 80 km um tíman.

Verjarnir hildu, at tað var stór óvissa um ferðina, tá ið óhappið hendi og at tað als ikki var prógvað at teir koyrdu so skjótt, sum ákærin vildi vera við og tí áttu teir at fríkennast. Tó játtaði annar seg sekan í at hava koyrt 115 í óbygdum øki.

Dómarin hevur nú trekt seg aftur og um nakrar dagar fæst at vita, vørjum hann hevur mest álit á, verjunum ella ákærunum og teimum frágreiðingum, sum hann brúkti frá vitnum og Akstovu til at stuðla uppundir sína ákæru.