Eystari Landsrættur fór í morgun undir kæruviðgerðin av dóminum, sum Liljan Weihe, Dia Midjord og Jan Lamhauge úr Kringvarpi Føroya og Sveinur Tróndarson, sum tá starvaðist á portal.fo.
Sakførararnir hjá teimum fýra miðlafólkunum ynskja, at teirra klientar vera fríkendir fyri ákærurnar um ærumeiðing, meðan sakførarin hjá Jørgeni Niclasen, Christian F. Andreasen, vil hava dómin frá Føroya Rætti staðfestan, umframt at endurgjaldið, tey skulu rinda til Jørgen Niclasen, verður hækkað úr 50.000 til 100.000 krónur.
Dagurin byrjaði við eini ósemju millum sakførararnar, um hvat grundarlagið undir kæruviðgerini skuldi vera. Danski sakførarin hjá kringvarpsfólkunum, Ole Liedke, hevði fyrireikað seg til at verja tey móti teimum átjan sitatunum, sum eru endurgivin í endaliga dóminum. Hann mótmælti tí, at sakførarin hjá Jørgeni Niclasen, Christian F. Andreasen, nú, fáar dagar áðrenn viðgerðin skuldi byrjað, sum hann sjálvur málbar seg, legði fram ein lista við yvir 70 sitatum, sum hann vildi, at rætturin skuldi taka støðu til.
Christian F. Andreasen vísti á, at hansara listi av sitatum eisini var partur av upprunamálinum, og tí burdi danski sakførarin kent til tey. Hann helt tí fast við, at tey skuldu vera partur av hesi viðgerðini eisini.
Partarnir samdust um, at loyva listanum hjá Christiani F. Andreasen, men at málið sum so var væl lýst í teimum átjan sitatunum frá upprunaliga dóminum.
Sakførararnir hava nýtt restina av degnum at leggja fram tey skjøl, sum teir serliga ynskja, at dómararnir í Eystara Landsrætti skulu taka atlit til, tá dómur skal fella. Ole Liedke hevur nýtt stóran part av degnum til at gjøgnumganga tey skjøl, sum vóru grundarlag undir, at partafelagið Niclasen av fyrstan tíð varð meldað til løgregluna.
Hesi skjølini skulu vísa rættinum, at talan er um, at felagið hevur misnýtt sín tollkreditt, at tollkreditturin varð uppsagdur í 1988, og at ótollaðar vørur vóru útflýggjaðar og seldar eftir hetta. Hann hevur eisini roynt at prógva, at málið hevur kostað landskassanum góðar 600.000 krónur.
Christian F. Andreasen hevur á sínari síðu ført fram, at partar av skuldini vóru goldin, at felagið ongantíð fekk fráboðan um, at tollkreditturin var uppsagdur og at tað sum heild var lítið skil í, hvussu tollstovan umsat tollkredittin. Partafelagið Niclasen var als ikki einasta felag, ið ikki helt treytirnar fyri at varðveita tollkredittin og hann vísti eisini á, at fyrst í nítiárunum varð samlaða tollkredittskuldin til tollstovuna millum 50 og 70 milliónir krónur.
Rættarmálið heldur fram í morgin og týsdagin og mikudagin í næstu viku.









