Vit kenna tað øll. Vit gloyma at gjalda eina rokning, og so fáa vit ein rykkjara, og samstundis verður kravt eitt rykkjaragjald, ofta 50 krónur.
Hetta góðtaka vit, og so rýkur ein 50-krónuseðil eyka við í pottin, tá rokningin verður goldin. Men hetta eru pengar, sum fyritøkur og handlar onga heimild hava fyri at krevja inn.
Nú tykist tað gerast alt meiri vanligt, at fyritøkur og handlar taka ómaksgjald fyri at skriva út rokningar, men heldur ikki fyri hesum finst nøkur heimild.
Tað váttar ein sakførari, Sosialurin hevur tosað við.
- Eg kenni til ítøkilig dømi, har fyritøkur hava kravt ómaksgjald fyri at skriva út eina rokning. Men tað finst eingin heimild í lógini, sum loyvir hesum, og tí er tað pr. definitión ólógligt, sigur sakførarin.
Hetta er kortini ikki heilt vanligt enn millum fyritøkur, men rykkjaragjald er nakað, sum hevur verið nýtt í mong ár. Heldur ikki fyri hesum finst nøkur heimild, men fólk flest vita hetta ikki, og góðtaka tí hesi rykkjaragjøld.
Nú nýtist hetta ikki vera nakað odiøst. Tað kann jú líka skjótt vera, at fyritøkur og handlar ikki vita betur enn at tey hava neyðugu heimildirnar. Men hinvegin finnast eisini uttan iva fyritøkur, sum við beráddum huga skriva hesi ómaksgjøld á, sigur sakførarin.
Snýr seg um milliónir
Sakførarin, Sosialurin hevur tosað við, sigur, at fólk yvirhøvur vita ikki, at hesar heimildir ikki finnast í føroyskari lóggávu.
- Fólk, sum á einhvønn hátt handla í Danmark, kenna hesi ómaksgjøld haðani. Og í Danmark finnast neyðugu heimildirnar, men tað eru ikki somu lógir galdandi í Føroyum, sigur sakførarin.
Hinvegin ivast hann eitt sindur í, um tað eru versnandi tíðirnar, ið fáa handilsfólk at finna nýggjar inntøkumøguleikar.
- Tað kundi jú hugsast, at serliga í góðum tíðum gjørdi ein 100-krónuseðil ikki nakran mun, og tí guldu fólk bara uttan at hugsa nakað um tað. Í verri tíðum hugsa fólk kanska meira um tað. Og hjá fyritøkunum er tað jú ikki neyðturviliga so, at tey royna at lumpa pengar úr fólki ólógliga. Allarhelst finnasts fyritøkur, sum hugsa, at gongur tað, so gongur tað, men hetta er neyvan galdandi fyri tey flestu, sigur sakførarin.
Við einum einfaldum roknistykki sæst, at talan verður um milliónir, sum á henda hátt verða kravdar inn uttan heimild. Siga vit, at ein fyritøka skrivar út 30.000 rokningar um árið og krevja eitt ómaksgjald fyri rokningina á 30 krónur, stendst ein meirinntøka av hesum á 900.000 krónur. 1,5 millión, um ómaksgjaldið er 50 krónur. Og tá er rykkjaragjald ikki tikið við.
Men ómaksgjøldini eru ikki einastu pengar, sum verða kravdir inn uttan heimild.
- Í allarflestu førum krevja fyritøkur eina rentu, sum liggur langt oman fyri loyvda markið, sigur sakførarin.
Við hesum upplýsingum er ikki ilt at ímynda sær, at fyritøkur og handlar krevja fleiri milliónir krónur inn frá fólki um árið, uttan at heimild finst fyri hesum.
- Hetta er kortini ikki eitt revsimál, sum tveitur fólk í fongsul, men av tí, at eingin heimild finst fyri hesum innkrevjingum, eru tær ikki lógligar. Tí kunnu fólk eisini nokta fyri at rinda ómaks- og rykkjaragjøld, sigur sakførarin við Sosialin.









